Fyrstu ferð nakrantíð: Tveir føroyingar víðari til beinleiðis X-Factor

Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá eru millum tey útvaldu

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru tveir føroyingar víðari til beinleiðis sendingarnar í X-Factor.

Tey eru 18 ára gamla Tina Mellemgaard úr Hoyvík og 25 ára gamli toftamaðurin Kári Fossdalsá, sum býr í Aalborg í løtuni.

Kári kom víðari í síðstu viku sum solistur eldri enn 23. Martin Jensen, dómari, valdi at seta sítt álit á føroyska sangfuglin sum ein av trimum, sum hann tekur við sær til beinleiðis sendingarnar.

Og í kvøld var tað so Tina, sum skuldi í eldin. Hennara dómari, Kwamie Liv, segði seg ikki kunna ímynda sær ikki at tikið Tinu við til beinleiðis sendingarnar. 

Sostatt verða tað nú tveir føroyingar við, tá X-Factor fer beinleiðis í luftina næsta fríggjakvøld.

Nógvir føroyingar eru komnir langt í X-Factor gjøgnum seinastu árini, men ongantíð hava tað verið tveir í senn í endaspælinum. So um tú sum føroyskur X-Factor hyggjari hevur sum vana at atkvøða fyri føroyingum, ja so verður tað nokk ringt at velja í ár - men tú hevur so tveir møguleikar. 

Fyrsta beinleiðis umfar verður sent á TV2 klokkan 19 komandi fríggjakvøld, og um tú hyggur í Kringvarpinum, so verður X-Factor sent beint aftaná Gekkin.

Tina Mellemgaard til "bootcamp" - frá sendingini í kvøld:

Kári Fossdalsá "bootcamp" - frá sendingini seinasta fríggjakvøld: