Trongisvágur er karmur um fleiri finalur í ungdómsflógbólti í vikuskiftinum. SÍ er best umboðaði liðið. Teir eru við í sjey av átta finalum. Umstøðurnar í Trongisvági eru góðar - professionelt Taraflex-gólv er lagt á serliga til vikuskiftið.
Fyrsti finaludysturin var millum Fleyr og SÍ í aldursbólkinum dreingir 14. SÍ byrjaði dystin betri og vann fyrsta settið við 25-15. Í øðrum setti gekk betri hjá Fleyr, og vunnu teir settið 25-16. Triðja settið var javnari, men Fleyr var eina tonn betri og vann 25-22. Gongdin var næstan tann sama í fjóðra setti. Fleyr vann fjóðra og seinasta setti 25-21, og gjørdist, aftaná ein langan dyst, føroyameistarar 2016.
Næsti finaludysturin var aftur millum Fleyr og SÍ, men hesuferð vóru tað mansunglingar, sum leiktu. Júst somu lið leiktu steypafinalu fyri áleið einum mánaði síðani. Tá vann Fleyr sannførandi. Møguliga setti steypafinaludysturin sítt preið á dystin, tí hesuferð vann SÍ 3-0. SÍ byrjaði fyrsta setti væl, og vunnu 25-19. SÍ stýrdi øllum øðrum setti og vann 25-21. Fleyr megnaði ongantíð at hótta SÍ, sum vóru frammanfyri alt settið. Seinasti settið endaði sum tað fyrsta settið, 25-19. Harvið gjørdist SÍ føroyameistarar 2016 og fingu hevnd fyri tapið í steypafinaluni.
Seinasti dysturin í dag var millum TB og SÍ í aldursbólkinum gentur 14. SÍ var betri liðið frá byrjan, og vann fyrsta og annað sett sannførandi. SÍ vann settini ávíkavist 25-14 og 25-9. Í triðja setti var um reppið, at TB vann, men tær gjørdust ov stuttar. SÍ genturnar vunnu triðja settið 25-21, og gjørdist sostatt føroyameistarar 2016.
Tríggir føroyameistarir eru funnir, og í morgin skulu fimm aðrir finnast.
Dystirnir í morgin eru hesir:
Klokkan 10.00 spæla SÍ móti Fleyr dreingir 12
Klokkan 10.45 spæla TB móti SÍ gentur 12
Klokkan 11.30 spæla SÍ móti Fleyr dreingir 16
Klokkan 13.30 spæla TB móti SÍ gentur 16
Klokkan 15.45 spæla Fleyr móti Mjølnir kvinnuunglingar