Fyrstu málini eru um bilar og farsótt

Tingfundur verður í dag klokkan 11.

Einasta mál á skránni er á tingfundinum í morgun»framløga«. Tað merkir, at mál verða løgd fyri tingið.

Tað hevur verið greitt, at fyrstu uppskotini verða um mvg afturbering til teirra, sum keypa elbilar og uppskotið hjá undanfarnu samgongu um at yvirtaka farsóttarøkið. Mál, sum skuldi verið løgd fyri tingið fríggjadagin, sum tó varð útsettur, tí ógreiða var um uppskotið um afturbering til elbilar og hybridbilar.

Lógin um mvg afturbering fyri elbilar fór úr gildi á nýggjárinum. Lógin er gjørd til tess at eggja fólki at keypa elbilar, og hon hevur verið galdandi í avmarkað tíðarskeið. Tí fór hon úr gildi á nýggjárinum. Undanfarna samgonga ætlaði at leingja lógina í tvey ár, men náddi ikki at fáa málið avgreitt, tí løgmaður skrivaði út val í úrtíð.

Seinast lógin varð longd, var hon broytt viðvíkjandi hybrid plugin bilum. Løgmaður og Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, hava sagt, at hybridbilarnir verða tiknir úr aftur lógini, og ikki sleppa undan avgjøldum, so sum teir eru slopnir seinastu tvey árini. Men tann broytingin verður tó ikki fyrr enn 1. juli.

Men lógartekniskt ber tað ikki til, nú vit hava eina bráðfeingis fíggjarlóg. Tí verður parturin um hybrdibilar verandi, sum hann hevur verið seinastu tvey árini, og so verður tann parturin tikin uppaftur, tá fíggjarlógin er samtykt.

Ætlanin við lógini er í høvuðsheitinum, at sum frálíður, um eini fimm ár, so skulu elbilar rinda sama avgjald, sum aðrir bilar. Tá verður roknað við, at nógvir elbilar eru komnir á marknaðin, og at framleiðslan av elbilum er vorðin bíligari.

Hitt málið, sum verður lagt fyri tingið er um at yvirtaka farsóttarlógina – sama uppskot, sum undanfarna samgonga ætlaði at samtykkja, men sum fall burtur, tá løgtingsvalið varð skrivað út.