Fyrstu málini um bilar og farsótt

Tingfundur verður fríggjadagin klokkan 13

 

Einasta mál á skránni er »framløga«. Tað merkir, at mál verða løgd fyri tingið.

Tað hevur ljóðað, at fyrstu uppskotini verða um mvg afturbering til teirra, sum keypa elbilar og uppskotið hjá undanfarnu samgongu um at yvirtaka farsóttarøkið.

Lógin um mvg afturbering fyri elbilar fór úr gildi á nýggjárinum. Lógin er gjørd til tess at eggja fólki at keypa elbilar, og hon hevur verið galdandi í avmarkað tíðarskeið. Tí fór hon úr gildi á nýggjárinum. Undanfarna samgonga æltaði at leingja lógina í tvey ár, men náddi ikki at fáa málið avgreitt, tí løgmaður skrivaði út val í úrtíð.

Seinast lógin varð longd, var hon broytt viðvíkjandi hybrid plugin bilum. Full semja er ikki um tað, og hugsandi er, at onkrar broytingar verða gjørdar á hesum øki, tí sum skilst frá samgongufólkum, so verður ikki talan um neyvt tað sama lógaruppskotið, sum undanfarna samgonga legði fyri tingið.

Ætlanin við lógini er í høvuðsheitinum, at sum frálíður, um eini fimm ár, so skulu elbilar rinda sama avgjald, sum aðrir bilar. Tá verður roknað við, at nógvir bilar eru komnir á marknaðin, og at framleiðslan av elbilum er vorðin bíligari.

Neyvan verður talan um ein drúgvan tingfund, tá onnur mál ikki eru á skrá enn framløga.

Dagsskráin fyri tingfundin 13. januar 2023, klokkan 13:

1 Framløga