Í morgun vórðu fyrstu pisurnar at síggja í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Tað vóru teir báðir Jógvan í Garði Patursson og Gunnar Eysturoy, sum í somu løtu fingu ársins fyrstu húgvur á høvdið og harvið eisini, sum vanligt er, heiðurin at vinda Merkið í fulla stong.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum hevur í ár omanfyri 200 pisur. Talan er um 156 studentar og 60 HF-arar.
Á myndini síggjast tær báðar fyrstu pisurnar, Jógvan í Garði Patursson (v.m) og Gunnar Eysturoy (h.m.)