Fyrstu royndirnar miseydnaðust

Bjørn Kalsø vil hava at vita, nær Viðareiðisvegurin verður gjørdur ordiliga

Nýggi vegurin til Viðareiðis, er so óslættur, at hann er ringur at koyra á.

 

Tað sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Og nú vil hann hava Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, at greiða frá, nær ætlanin er at gera vegin.

 

Hann spyr landsstýrismannin, um hann heldur, at ferðslutrygdin er í lagi hóast tað eru lutfalsliga djúpir hylar í vegnum og leysir flakar av asfalti liggja á honum. Og hann vil eisini hava at vita, hvat ætlanin er at gera við hetta.

 

Hann sigur, at áðrenn farið varð undir at asfaltera vegin, var hesin spurningurin eisini frammi  tí at tað ljóðaði, at ætlanin var ikki at leggja tað besta asfaltið á vegin fyri at spara.

 

Og Bjørn Kalsø sigur, at tað vísti seg tó tíverri skjótt, at fyrsta royndin at asfaltera, og tær royndir sum hava verið gjørdar síðani, als ikki hava eydnast og nú vil hann hava at vita, hvat ætlanin er at gera við tað.