Fyrstu stjórnmálafrøðingarnir á Setrinum

Fríggjadagin fáa tey fyrstu, sum hava lisið stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum, prógv handað . Tey kunnu nevna seg »baccalaureus socialis scientarium« ella B.S.Sc. í stjórnmálafrøði

Nú kann Fróðskaparsetrið skjótt erpa sær av at hava útbúgvið sínar fyrstu stjórnmálafrøðingar.
Útbúgvingin byrjaði á fyrsta sinni í Føroyum í 2000, og tey átta, sum fríggjadagin fáa prógv í stjórnmálafrøði, eru tey fyrstu í søguni hjá Setrinum. Tilsamans byrjaðu eini 25 at lesa fyri tveimum trimum árum síðan.
Fyri at tú kanst rópa teg stjórnmálafrøðing skalt tú hava lisið í minst trý ár og hava havt minst trý fak. Tey eru føroyskur politikkur, altjóða politikkur og løgfrøði. Tey skulu eisini skriva eina høvuðsuppgávu, og hon var latin inn 11. juni.
Útbúgvingin er gjørd í samstarvi við Aalborg Universitet og RUC. Sostatt kunnu tey lesandi halda fram við lesnaðinum í Danmark, og útbúgvingin er fult á hædd við tær donsku.
Prógvini verða handað fríggjamorgunin klokkan 10. Fyrst bjóðar Jóan Pauli Joensen, deildarleiðari, vælkomin. Síðan greiður Jógvan Mørkøre, adjunktur í stjórnmálafrøði, frá útbúgvingini. So kemur stóra løtan, tá Malan Marnersdóttir handar prógvini. At enda fær umboð fyri bakkalaurusarnar høvi at siga nøkur orð.