Fyrstu tøkini tikin í dag

Hóast veðrið í gjár var vetrarligt, so boðar fyrsti kappróðurin frá, at tað nú er summar í Føroyum

Fyrrapartin hevur verið sjón fyri søgn um, at nú er tað álvari. Ársins fyrsti FM kappróður verður seinnapartin, og fyrrapartin hava nógvir bilar við kappróðrarbátum í lastini ella í vogni, sum honur aftanfyri, verið at sæð á landsvegunum.

Hjá øllum hevur kósin verið tann sama. Teir hava stevnt norðureftir og umvegis Norðoyatunnilin og til Klaksvíkar, har ársins fyrsta summarstevna við FM kappróðri er hetta vikuskiftið.

 

Klokkan 13 ljóðar fyrsta startskotið fyri barnaróðrinum, og klokkan 15 fer fyrsta skoti í FM kappróðrinum at hoyrast á Pollinum í Klaksvík.

Líkindin at rógva kapp eru góð á 1000 metra teininum frá norðast á Kósini og inn á vánna. Hann er eystan og landssynningur í ættini, og seinnapartin snarar hann upp í norðan. Hitastigini eru umleið tíggju, og at er turt.

Í Klaksvík er spenningurin stórur um, hvussu tað fer at roynast hjá 10-mannafarinum. Klaksvíkingur luttók ikki í fjør. Nú er nýggjur bátur smíðaður. Hann varð flotaður næstsíðsta mikukvøld. Tá tók Ísak Mikladal, sum er ein av oddvitunum í felagnum, hesa myndina uttanfyri róðrarneystið á Biskupsstøð.

40 bátsmanningar luttaka í FM róðrunum og 16 manningar luttaka í barnaróðrunum.

 

Barnaróður dreingir

6 Svanur

7 Royndin Fríða

8 Ternan

9 Havfrúgvin

10 Ørnin

11 Jallurin

12 Tekla

 

Barnaróður gentur

5 Strípan

6 Dúgvan

7 Títlingur

8 Pílur

9 Havfrúgvin

10 Beinta

11 Blikur

12 Hulda

13 Báran

 

5-mannafør gentur

5 Spógvin

6 Dúgvan

7 Silja (VER)

8 Fípan Fagra

9 Jallurin

10 Sílið

11 Blikur

12 Firvaldur

 

6-mannafør menn

5 Herningur

6 Páll Fangi

7 Lómur

8 Smyril

9 Rádni

10 Jarnbardur

11 Hvessingur

12 Tvørabáturin

13 Gongurólvur

 

5-mannafør dreingir

6 Hulda

7 Frúgvin

8 Ternan

9 Beinta

10 Kollur

11 Tjaldrið

12 Sílið

 

8-mannafør

8 Tofta Regin

9 Heiðabáturin

10 Argjabáturin

 

5-mannafør kvinnur

6 Sílið

7 Erla Kongsdóttir

8 Teistin

9 Drekin

10 Ritan

11 Ørnin

12 Jallurin

 

10-mannafør

7 Nólsoyingur

8 Klaksvíkingur

9 Havnarbáturin

10 Drekin Reyði

11 Ormurin Langi