Í fyrstuni sært tú onki

Tróndur Patursson hevur latið upp nýggja framsýning

LIST
 
Tað serliga við hesi framsýningini er, at hon er gjørd eftir hølunum. Hølið er Müllers Pakkhús í Tórshavn.
 - Hetta hølið hevur ein serligan dám, tí tað hevur jú verið eitt gamalt pakkhús, og húsið er lagað upp av øgiliga stórum gróti, sigur Tróndur Patursson.
Grótið er málað hvítt, meðan rúmið er fýrkantað og høgt, so tað hóskar seg væl til eina framsýning.
 - Tað hevur sín egna dám. Húsið í sær sjálvum hevur eina sál. Tað nýggja í hesari framsýningini er, at eg havi gjørt nakrar súlur úr glasi, sigur listamaðurin.
Tróndur kallar hesar súlur fyri stakkar, sum minna nakað um stakkarnar, sum vit hava í bjørgunum. Tróndur hevur sjálvur ferðast nógv í føroysku bjørgunum.
 - Eg havi roynt at arbeitt við einari heild við einum heildartema, men við einum heilt serstøkum stemningi, tá mann kemur inn í húsið, sigur hann.
 - Tá tú kemur inn í húsið, er tað myrkt í hølunum, og tú skalt líkasum venja teg við tað. Og tá tú hevur verið inni í einar tíggju minuttir, so hevur eygað títt innstillað seg eftir ljósinum. So byrjar tú at síggja litirnar, men í fyrstuni sært tú onki ? tú verður faktiskt blendaður, sigur Tróndur Patursson.