Góða gongdin hjá Liverpool steðgað

Arsenal fylgir Manchester United, Tottenham yvirhálar Chelsea og West Ham gjørdi ein ?Newcastle?. Undan heimadystinum móti Wigan í dag, hevði Liverpool vunnið fýra av teimum seinastu fýra dystinum. Tað enntá uttan at nakað mál er fari ígjøgnum. Tað byrjaði eisini væl hjá teimum reyðu á Anfield. Miðskeiðis í fyrrahálvleiki smekkaði Raul Meireles til eftir innlegg, og so var Liverpool enn eina ferð á sigurskós. Miðvallarin úr Portugal hevur nú skorað fimm mál í teimum seinastu seks dystinum fyri Liverpool.

 

Tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Steve Gohouri fyri Wigan eftir innlegg. Liverpool royndi við Luis Suarez á odda, at trýsta Wigan, men tað kom einki mál burtur úr. Liverpool liggur framvegis á sætta plássi, meðan Wigan enn liggur undir niðurflytingarstrikuni.

 

Arsenal vísti styrki á heimavølli móti Wolverhampton. Venjarin hjá Wolverhampton, Mick McCarthy, segði eftir dystin, at tað var sum at síggja eitt morð og einki kunna gera við tað. Arsenal vann dystin 2-0 við málum frá Robin van Persie. Sigurin kundi tó verið væl størri sambært venjarunum báðum.

 

Tottenham hevur júst verið á vitjan hjá Sunderland. Vertirnir komu á odda longu eftir 11 minuttir við máli frá Asamoah Gyan. Stutt fyri hálvleik javnaði Michael Dawson fyri Tottenham. Avgerandi málið kom 12 minuttir inn í seinna hálvleik, tá Niko Kranjcar smekkaði til uttan fyri brotsteigin. Hetta er annar dysturin á rað, har Niko Kranjcar avgerð fyri Tottenham, sum nú liggur á fjórða plássi við 47 stigum. Tað eru trý fleiri enn Chelsea á fimta plássi, men Chelsea spælir í morgin móti Fulham á útivølli.

 

West Ham var aftan fyri 3-0 í hálvleikinum móti West Bromwich Albion. Men eins og Newcastle gjørdi fyri eini viku síðan, tá teir vendu 0-4 til 4-4. So megnaði West Ham at koma upp á 3-3 og fáa eitt stig við heim.

 

Premier League:

 

Arsenal ? Wolverhampton 2-0

Birmingham ? Stoke 1-0

Blackburn ? Newcastle 0-0

Blackpool ? Aston Villa 1-1

Liverpool ? Wigan 1-1

Manchester United ? Manchester City 2-1

Sunderland ? Tottenham 1-2

WBA ? West Ham 3-3