Góðar 11 krónur í miðal

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 37,3 tons av fiski fyri miðalprísin 11,26 krónur fyri kilo. Lítil og eingin toskur var á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár. Hinvegin var nakað av hýsu, blálongu og svartkalva.

Nøgdirnar av hýsu vóru tær størstu, umleið 17 tons tilsamans.

Mest var av hýsu 2, sløk 10 tons, sum fóru fyri miðalprísin 10,34 krónur fyri kilo.

Sløk 6 tons vóru av blálongu, sum fekk miðalprísin 6,70 krónur fyri kilo.

Góð 6,2 tons vóru av svartkalva, og her var miðalprísurin 21,78 krónur fyri kilo.

Samanlagt var miðalprísurin fyri øll fiskasløgini, sum vórðu seld á markaðinum í gjár, 11,26 krónur fyri kilo.