Góðar 82.000 kr í skattalætta

Tann, sum tjenar 1,2 milliónir krónur um árið fær mestan skattalætta. Hann rindar sum er 600.000 krónur í skatti

Talvan niðanfyri vísir, hvussu nógv­an skatt fólk rinda, sum hava eina árs­inntøku millum 10.000 og 3.000.000 krónur.
Sambært hesum listanum eru tað tey, sum tjenar 1,2 mill­i­ónir um árið, sum fáa størsta skatt­a­lættan. Tey rinda eftir gald­andi skatt­a­­skip­an 600.000 krón­ur í skatti. Men eftir nýggju flat­skatt­a­skip­an­ini hjá lands­stýr­i­num fáa tey ein lætta upp á 82.269 krónur um árið.
Sum vera man eru tað tey, við hægstu lønunum sum rinda mest í skatti. Bæði lut­fal­sliga og í krónum og oy­r­um. Tá tú kemur upp á eina árs­inn­tøku upp á 1,2 milliónir krón­ur – ella 100.000 krónur um mán­að­in, so rindar tú 50 prosent í skatti.
Eftir uppskotinum hjá lands­stýr­i­num verður skatta­lætt­in hjá hesum 6,9 prosent – sum gev­ur ein lætta upp á 82.269 krón­ur um árið.
Tjenar tú meira ein hesar 1,2 mill­i­ónir krónurnar um ár­ið, so minkar lættin lut­fals­liga – og forvinnur tú tríggj­ar mill­i­ón­ir krónur um ári, so verð­ur lættin »bara« 1,9 pro­sent, sum tá er ein lætti upp á 56.529 krónur.
Nevnast kann, at lættin hjá teim­um, sum tjena minni enn 260.000 krónur um árið er lut­f­alsliga og í krónum og oyr­um lítil – lættin er nið­an fyri eitt prosent. Tá er hann størri hjá teimum heilt lágu inn­tøku­num, av tí at botn­frá­drátt­ur­in hækkar.
Jørgen Niclasen, fíggj­ar­mál­ar­áð­harri sigur, at nýggja flat­skattaskipanin skal set­ast í verk longu 1. januar kom­andi.
Sí talvuna niðanfyri:

Inntøka 2012-skattur ABHD Munur Inntøka 2012-skattur ABHD Munur
10.000 0 0 0 570.000 259.822 216.722 -43.100
20.000 0 0 0 580.000 265.265 220.865 -44.400
30.000 0 0 0 590.000 270.708 225.008 -45.700
40.000 2.843 2143 -700 600.000 276.151 229.151 -47.000
50.000 5.686 4286 -1.400 610.000 281.594 233.794 -47.800
60.000 8.529 6429 -2.100 620.000 287.037 238.437 -48.600
70.000 11.372 9572 -1.800 630.000 292.480 243.080 -49.400
80.000 15.315 13715 -1.600 640.000 297.923 247.723 -50.200
90.000 19.258 17858 -1.400 650.000 303.366 252.366 -51.000
100.000 23.201 22001 -1.200 660.000 308.809 257.009 -51.800
110.000 27.144 26144 -1.000 670.000 314.252 261.652 -52.600
120.000 31.087 30287 -800 680.000 319.695 266.295 -53.400
130.000 35.030 34430 -600 690.000 325.138 270.938 -54.200
140.000 38.973 38573 -400 700.000 330.581 275.581 -55.000
150.000 43.216 42716 -500 710.000 336.024 280.224 -55.800
160.000 47.459 46859 -600 720.000 341.467 284.867 -56.600
170.000 51.702 51002 -700 730.000 346.910 289.510 -57.400
180.000 55.945 55145 -800 740.000 352.353 294.153 -58.200
190.000 60.188 59288 -900 750.000 357.796 298.796 -59.000
200.000 64.431 63431 -1.000 760.000 363.239 303.439 -59.800
210.000 68.674 67574 -1.100 770.000 368.682 308.082 -60.600
220.000 72.917 71717 -1.200 780.000 374.125 312.725 -61.400
230.000 77.160 75860 -1.300 790.000 379.568 317.368 -62.200
240.000 81.403 80003 -1.400 800.000 385.011 322.011 -63.000
250.000 85.646 84146 -1.500 810.000 390.454 326.654 -63.800
260.000 91.089 88289 -2.800 820.000 395.897 331.297 -64.600
270.000 96.532 92432 -4.100 830.000 401.340 335.940 -65.400
280.000 101.975 96575 -5.400 840.000 406.783 340.583 -66.200
290.000 107.418 100718 -6.700 850.000 412.226 345.226 -67.000
300.000 112.861 104861 -8.000 860.000 417.669 349.869 -67.800
310.000 118.304 109004 -9.300 870.000 423.112 354.512 -68.600
320.000 123.747 113147 -10.600 880.000 428.555 359.155 -69.400
330.000 129.190 117290 -11.900 890.000 433.998 363.798 -70.200
340.000 134.633 121433 -13.200 900.000 439.441 368.441 -71.000
350.000 140.076 125576 -14.500 910.000 444.884 373.084 -71.800
360.000 145.519 129719 -15.800 920.000 450.327 377.727 -72.600
370.000 150.962 133862 -17.100 930.000 455.770 382.370 -73.400
380.000 156.405 138005 -18.400 940.000 461.213 387.013 -74.200
390.000 161.848 142148 -19.700 950.000 466.656 391.656 -75.000
400.000 167.291 146291 -21.000 960.000 472.099 396.299 -75.800
410.000 172.734 150434 -22.300 970.000 477.542 400.942 -76.600
420.000 178.177 154577 -23.600 980.000 482.985 405.585 -77.400
430.000 183.620 158720 -24.900 990.000 488.428 410.228 -78.200
440.000 189.063 162863 -26.200 1.000.000 493.871 414.871 -79.000
450.000 194.506 167006 -27.500 1.100.000 548.301 466.301 -82.000
460.000 199.949 171149 -28.800 1.200.000 Ha 517.731 -82.269
470.000 205.392 175292 -30.100 1.300.000 650.000 569.161 -80.839
480.000 210.835 179435 -31.400 1.400.000 700.000 620.591 -79.409
490.000 216.278 183578 -32.700 1.500.000 750.000 672.021 -77.979
500.000 221.721 187721 -34.000 1.600.000 800.000 723.451 -76.549
510.000 227.164 191864 -35.300 1.700.000 850.000 774.881 -75.119
520.000 232.607 196007 -36.600 1.800.000 900.000 826.311 -73.689
530.000 238.050 200150 -37.900 1.900.000 950.000 877.741 -72.259
540.000 243.493 204293 -39.200 2.000.000 1.000.000 929.171 -70.829
550.000 248.936 208436 -40.500 2.500.000 1.250.000 1.186.321 -63.679
560.000 254.379 212579 -41.800 3.000.000 1.500.000 1.443.471 -56.529