Tað var á fundi hin 30. november í ár, at bygdaráðið í Kvívíkar kommunu gjørdi av at taka av tilboðnum hjá Sp/f Konsax á 4.179.567,00 krónur.
Í dag byrjar so arbeiðið at gera nýggja vinnuøki oman fyri Stykkið í Kvívikar kommunu, og ætlandi skal arbeiðið verða liðugt á sumri í 2021.
Í síðstu viku varð sáttmálin millum partarnar undirskrivaður, og tað vóru umboð fyri kommununa og Sp/f Konsax, sum skrivaðu undir.