Góðar íløgur í havnalag

FUGLAFJØRÐUR

Sigurd Simonsen, borgarstjóri, sigur, at Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt stórar íløgur í havnaløg, men hesar íløgur kasta eisini inntøkur av sær við havna-og brúgvagjøldum eins og við vørugjøldum.
Nú Effo Bunkers eisini hevur sínar veitingar á oljuterminalinum, hava stundum rættiliga stór skip verið á Fuglafirði og bunkrað.
- Longsta skipið, sum mær vitandi hevur verið her, var heilar 260 metrar langt, men hetta skipið var soleiðis bygt, at tað stakk ikki so ógvuliga djúpt.
Í august í fjør var stóra farmaskipið Caly Manx á Fuglafirði og bunkraði.
- Hetta skipið, sum var á veg úr Kanada við koli, sum skuldi flytast til Finlands, er 190 metrar langt og 32 metrar breitt.
Sigurd Simonsen sigur, at skipið hevði stívliga 50.000 tons av koli í lastini, og hann sigur seg vænta, at hetta er ein hin tyngsti farmur á nøkrum kjøli, sum hevur ligið við føroyskan bryggjukant.
- Oljubryggjan hjá okkum er hin djúpasta í Føroyum. Dýpið við bryggjuna er 14 metrar, men Caly Manx stakk út við 13 metrar, so her var ikki nógv at geva av, sigur borgarstjórin.