EB/Streymur-GÍ 1-1 (1-1):
Fótbóltur
Fáur mundi ivast í, at GÍ var favorittur, tá teir sunnudagin settu sjøtul á heysthálvuni í landskappingini. Mótstøuliðið vóru uppflytararnir úr EB/Streymi, og stóri munurin á stigatalvuni sigur helst mest sum alt um, hvussu misjavnt kappingarárið hevur roynst liðunum.
Ikki tí. Neyvan høvdu teir á samansetta liðnum roknað við nakrari lættari tilveru í bestu deildini, so vónbrotnir eru teir helst á ongan hátt. Hinvegin tóktist GÍ maskinan at vera ein alt ov stórur biti hjá uppflytarunum, sum als ikki hava somu traditiónir í føroyska fótbóltstoppinum.
Lítil munur
Fyrstu løtuna av dystinum sást tó einki til, at nakar serligur munur skuldi vera á liðunum.
GÍ liðið var eisini nakað skert, og millum annað vóru hvørki Magni Jarnskor ella Pól Ennigarð við, samstundis sum tað ikki kundi roknast við, at Helgi L. Petersen og Sámal Joensen megnaðu at spæla í samfullar 90 minuttir.
Longu eftir góðum 20 minuttum var eisini greitt, at Sámal ikki fekk verið við meira, og einki er at taka seg aftur í, at hetta var dyggur smeitur hjá gøtumonnum. Tað løgna við hesum var, at tað ikki var hóttandi skaðin í rygginum, sum gjørdi um seg. Hinvegin var tað ein skaði í lærinum, og sum vera man bøtir hetta ikki um skaðastøðuna hjá gøtumonnum.
Meðan gestirnir sostatt fingu ein minni hvøkk av hesum, tóktist tað sum um heimamenninir ressaðust. Spælið var kanska ikki nakar flótandi álopsfótbóltur, men hinvegin dugdu teir sera væl at gera sær dælt av teimum dygdum, sum eru á liðnum.
Í verjupartinum var ikki nølað á nakran hátt, men varð bólturin aloftast ruddaður burtur við longum spørkum niðan eftir og út í borðini. Á miðvøllinum stríddust allir fyri hvørjum øðrum, og ikki minst kom tað væl við, at Ronnie Samuelsen er aftur hjá bygdamonnum sínum. Í álopinum høvdu teir so sterkastu kortini við krops- og høvuðssterka Jón Sigurd Gleðisheygg og rumenska bóltsnillinginum, Sorin Anghel.
Hesin seinast nevndi gav ferð eftir ferð prógv um, at hann telist millum allar bestu leikararnar, sum eru í landinum. Bóltførleikin er framúr, soleiðis at dragingarnar eru somikið tættar, at ilt er at sleppa fram at honum, og hóast hann kann tykist heldur skirvisligur, so er kropsliga styrkin ikki heilt eingin. Harafturat arbeiddi hann sera væl á vøllinum, og hóast hann í útgangsstøðnum var áleypari, so mundi fáur leikari á vøllinum renna eins nógv fet.
Jón Sigurd á staðnum
Tá heimaliði kom á odda var tað tó ikki Sorin, sum var maðurin aftan fyri málið, hóast hann í uppspælinum gjørdi sín part. Jón Sigurd Gleðisheygg taldist áður millum verjuálitini hjá gøtumonnum, men síðani í fjør hevur hann røkt skylduna sum málskjútti hjá EBG/Streymi, og tað gjørdi hann eisini móti gamla felagi sínum.
Talan var tó um tvey mistøk á GÍ liðnum, sum førdu til málið. Fyrst var tað eingin í verjupartinum, sum hugsaði um at bakka upp, tá Samson Nesá fór upp eftir luftbólti ímóti Sorin Angel. Rumenina fekk snittað bóltin inn um verjuna, har Jón Sigurd setti ferð á.
Beinini hjá veteraninum eru tó ikki eins títt, sum tey onkun tíð hava verið, og ivaleyst átti Bartal at kunna runnið seg upp, men heldur enn at skerma valdi verjuspælarin at satsa við einari kropstakling, og hóast Bartal ikki tapir nógvar av hesum, so var hann við undirlutan móti Jón Sigurdi. Álopsmaðurin slapp leysur, og við einum dómadagsskotið sendi hann bóltin upp um Hall Hansen í gøtumálinum og meskarnar.
Fullu ikki aftur
Í slíkum førum er ofta vandi fyri, at liðið, sum er á odda móti favorittunum, fellir ov langt aftur á vøllin, men hetta hendi tó ikki hjá EB/Streymi. Á skilagóðan hátt royndu teir alla tíðina at halda fast um spæliætlan sína. Einstøku uppgávurnar á vøllinum vórðu sjáldan gjørdir óneyðuga torførar, og hóast gøtumenn eisini royndu at liggja framvið, so var líkt til, at talan skuldi verða um eina óvæntaða heimaleiðslu í steðginum.
Vónirnar um hetta brustu tó tveir minuttir undan steðginum. GÍ hevði sum sagt hótt nakrar ferðir, og við eitt hornaspark gekk galið. Tað lítktist eini væl vandari støðu, tá Bartal fyrst rann seg leysan av verjuleikarunum, fyri síðani at stúta í kassan, tá Óli beindi hornasparkið innaftur. Um hetta var tilætlað ella ikki, skal ikki staðfestast her, men í øllum førum gav tað gøtumonnum eitt skump rættan vegin.
Hetta tóktist eisini at vera neyðugt, tí ikki minst í press-spælinum á miðvøllinum, har GÍ vanliga stendur seg væl, hevði heimaliðið gott tak á. Dómarin í dystinum telist ikki millum teir mest erkvisnu, sum býta kort til høgru og vinstru, og hóast talan kundi verið um fleiri kort enn tey bæði, sum givin vórðu, so var tað gott fyri dystin, at hann ikki varð floytaður sundur og saman, soleiðis sum tað ofta hendir, tá leikarar eisini nýta kroppin í nærdystum.
Ferðin varð trýst
Hvat Johan Nielsen hevur sagt við menn sínar í steðginum, er ilt at vita, men neyvan hava orðini verið serliga blíð.
Hvussu var og ikki, so tóktust gøtumenn hamskiftir, nú teir komu út til seinna hálvleikin. Ferðin var nakað væl hægri, enn hon hevði verið fyrra umfarið, og skjótt byrjaðu teir at leggja eitt hampuliga stórt trýst oman móti málinum.
Møguleikar spurdust eisini burturúr, men í mun til so nógvar aðrar ferðir í fyrru kappingarhálvu, so høvdu áleypararnir sera ilt við at umseta møguleikarnar til mál. Fleiri ferðir var heilt nær við, men hvørki Helgi L. Petersen, Omar Pálson, Bartal Eliasen ella Óli Hansen megnaðu at seta seinasta fótin á, tá møguleikin beyðst, og tí gjørdist talan ikki um nakað GÍ mál. Heldur ikki hóast teir seinastu løtuna tveittu alt varsemi fyri borð, og spældu við fýra leikarunum á toppinum.
Hinvegin vóru EB/Streymur ikki fyri heilt ongum í álopspartinum. Eina ferð skeyt Sorin á yvirleggjaran við frísparki (ætlaði helst eitt innlegg), og fleiri aðrar ferðir var um reppið, at støðan gjørdist heilt vandamikil, men altíð var ein GÍ-verjufótur fyri í avgerandi løtuni.
Mál komu tí ikki fleiri í dystinum, og einki var at ivast í, hvør frøddist meira um hetta, tá dysturin var lokin. Gøtumenn máttu niðurboygdir ásanna, at munurin á stigatalvuni nú var tódnaður í trý stig, meðan teir á heimaliðnum fegnaðust um stigið, sum lyfti teir eitt vet úr niðurflytinginarvandanum.
Mist ov nógv
Spurningurin hjá GÍ tykist í løtuni vera, í hvønn mun liðið fer at vera skert komandi dystirnar.
Bonkurin er ikki eins stórur, sum hann er hjá eitt nú B36, sum teir kappast við í oddinum, og tí er sera tungt at bera avboð frá stuðulsleikarum. Ikki minst verður tað torført, um liðið skal standa seg uttan bæði Magna Jarnskor og Sámal Joensen á miðvøllinum.
Í álopinum hevur Helgi annars uppvigað móti nógvum við mongu málum sínum fyrru kappingarhálvu, men heldur ikki hjá honum stendur nakað serligt til. Lærkrikin argar illani, og umframt avboðið til landsliðið, er mest sum greitt, at hann ikki fer at vága nakað í komandi europa-cup dystunum hjá GÍ.
So hevur tað størri týdning, at allir leikarar eru væl fyri um tvær vikur, tá GÍ kemur til Havnar. Ein dystur, sum í løtuni sær út til at verða avgerandi fyri, hvar FM-.heitið í fótbólti 2001 skal enda.
Dysturin í tølum:
EB/Streymur-GÍ 1-1 (1-1)
1-0: Jón Sigurð Gleðisheygg 30
1-1: Bartal Eliasen 44
Dómari: Petur Erhard Kjærbo (Sumba)
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Andrzej Pacek, Ólavur Poulsen, Christian Carlsson ? Andreas J. Dahl, Knút Vesturtún, Ronnie Samuelsen, Eyðåfinnur Joensen, Alfred Jacobsen ? Jón Sigurd Gleðisheygg, Sorin Anghel
GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen, Samson Nesá, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik ,Poul Henning Jacobsen, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen