G! armbond í SMS í dag

Í dag eru G! fólk í SMS við armbondum, har til ber at gera seg til reiðar at fara á festival. Tí tað er í kvøld, at G! festivalurin av álvara byrjar, tá ið eitt av høvðusnøvnunum, MØ, trínur á pall. 

 

 

Tað er til klokkan 18.00 í kvøld, at til ber at fáa G! armbond á í SMS. Fólk frá G! festivalinum sita í ovaru hæddini í SMS við armbondunum.