Onkrar smávegis broytingar eru gjørdar í skránni fyri leygarkvøldið. Á stóra pallinum á sandinum er konsertin við Høgna Lisberg framskundað, so hann nú fer á pall klokkan 00.15, eldsýningin úr Kekkia verður klokkan 02.10 og sangløtan við Frændum verður fimm minuttir seinni enn upprunaliga ætlað, tað vil siga klokkan 22.45.
Á spæliplássinum fer Johnny Reimar nú á pall klokkan 01.00 og Tinganest klokkan 02.40.
Hetta upplýsir G! á heimasíðu sínari.