Norðdepil: Nú er ikki longur neyðugt hjá sundafólki og fólki á Viðareiði at fara allan vegin til Klaksvíkar at handla.
Eftir at hava ligið í handilsloysi í longri tíð, lat nýggjur matvøruhandil upp í Norðdepli fyrr í mánaðinum.
Í handlinum ber til at keypa allar tær vanligu vørurnar, sum hoyra einum húsarhaldi til.
Okkurt gott er sjálvandi eisini at keypa hjá børnunum.
- Eg royni at hava tað so bíligt sum yvirhøvur gjørligt, og eg haldi at fólk eru fegin um tað, sigur ein væl nøgd Maibritt Sørensen við Sosialin.
Góð byrjan
Í eina tíð frammanundan hevði Maibritt arbeitt við eini ætlan, um at fara undur ein matvøruhandil í Norðdepli.
Handilin skuldi verða í kjallaranum í heimi hennara, nærhendis barnaskúlan á Fossánesi.
Maibritt hevur áður staðið í handli, og veit tí eitt sindur um, hvussu ein veitir viðskiftafólkunum bestu tænastuna og hvat tey ynskja at kunna keypa her. Hon hevði tí sjálv merkt til ein tørv á einum matvøruhandli í bygdini, soleiðis at ein slapp undan at fara til Klaksvíkar hvørja ferð okkurt skuldi keypast til húsarhaldið.
Mánadagin 5. november kundi Maibritt so lata dyrnar upp á fyrsta sinni.
- Her var fólk allan dagin. Eg lat ikki aftur fyrrenn klokkan níggju um kvøldið, sigur hon.
Eftir vegnum
Ein handil skal sjálvandi hava eitt navn, og tað hevur handilin hjá Maibritt eisini.
Hon ynskti ikki, at handilin bert skuldi kallast upp eftir eigarakvinnuni – tað er: handilin hjá Maibritt. Tí kom hon við øðrum navni.
- Handilin liggur á Fossávegnum, og tað var tí natúrligt at kalla hann upp. Tí eigur handilin Fossábúðin, greiðir Maibritt frá.
Handilin er opin frá klokkan 9 til 20 allar dagar uttan sunnudag. Tá er afturlatið.