GÍ einsamalt á odda

GÍ vann útidystin móti HB, og tá VB samstundis tapti á heimavølli, eru gøtumenn nú einsamallir á odda

 

Fótbóltur, 1. deild

 

Gøtumenn vunnu sær heldur óvæntað oddasessin í fyrstu deild fríggjadagin. Í Gundadali vunnu gøtumenn 3-2 móti HB, eftir at støðan í hálvleikinum var 2-1 til gestirnar.

Í Vági leikti triðja oddaliðið, VB móti KÍ, og dysturin endaði 2-1 til KÍ. VB kom annars á odda 1-0, tá okkurt um eitt korter var eftir at leika, men við tveimum seinum málum, fekk KÍ kortini vent dystinum. Vágbingar spældu annars við 10 monnum meginpartin av dystinum, eftir at Robert Cieslewicz fekk reytt kort um miðjan fyrra hálvleik.

B36 er nú næstovast. Á Eiði vunnu teir 2-0 á EB/Streymi, sum framvegis eigur fyrsta stigið til góðar.

Í Runavík endaði lokaluppgerðin millum NSÍ og B68 við javnleiki, 1-1, og á Sandi vann FS Vágar heldur óvæntað 1-0 á B71