GÍ er yvirmannað meiri enn aðru hvørja ferð

B36 tykist vera einasta felagið, sum roynir at miðja eftir gøtumonnum, og EB/Streymur er um at sleppa sær undan hóttanini av niðurflyting

 

samanum


Kappingarárið er hálvrunnið, og eingin ivi er um, hvat lið hevur staðið seg best. Gøtumenn hava fult stigatal, og teir stevna miðvíst ímóti sjeynda FM heitinum. Teir vóru meistarar í 1983, 1986, 1993, 1994, 1995 og í 1996. Sjálvandi ber tað ikki til at siga, at GÍ verður meistari í ár. Tað eru framvegis níggju umfør og harvið 27 stig at spæla um, men vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at GÍ hevur gjørt alt tað, sum tað ber til at gera fyri at gerast meistarar.

At eitt lið megnar at vinna øll stigini í fyrru kappingarhálvu er óhoyrt, síðani talið av liðum í bestu deildini í 1988 varð økt úr átta og upp í tíggju.


Styrkirnar

Tað ber ikki til at siga annað, enn at gøtumenn hava verið sera dugnaligir. Ofta hevur verið tikið til, at teir hava ikki havt so nógv fólk. Men tað er merkisvert, at GÍ tey seinastu umførini hevur vunnið, meðan liðformaðurin, Sámal Joensen, sum tóktist vera so sera týdningarmikil, ikki hevur verið førur fyri at spæla við, tí hann er ryggskaddur, og meðan Hans Pauli Petersen, sum hevði bitið seg fastan í høgra borði, eisini hevur verið skaddur. Og so skal tað leggjast afturat, at veteranurin Magni Jarnskor ikki hevur verið førur fyri at venja, men teir hava pjøssað hann so mikið, at hann tvær tær seinastu ferðirnar hevur verið førur fyri at spæla og at gera góða nyttu.

Eingin ivi er altso um GÍ dygdirnar, og tí fer eingin at fata næsta brotið sum eina niðurgerðing av GÍ dygdunum. Men tað er merkisvert, at mótstøðuliðini hjá GÍ í miðal meiri enn aðru hvørja ferð hava verið undirmannað, tá dysturin hevur verið liðugur, meðan gøtumenn hvørja ferð hava verið fullmannaðir alla tíðina.

Tað eru ivaleyst fleiri áskoðanir um, hví hetta hevur verið so, og tað eru ivaleyst fleiri orsakir til henda veruleikan. Ein uppløgd orsøk kann vera, at Gí spælararnir eru í betri venjing enn nógvir av mótstøðumonnunum, og ein onnur kann vera, at fleiri av spælarunum hjá oddaliðnum eru meiri royndir, enn nógvir av mótstøðumonnunum eru. At gøtumenn duga alt tað á einum vølli, sum flestu spælarar duga er eingin loyna, men í ár hava teir verið sera disiplineraðir. Í hvussu so er hava dómarar og hjálpardómarar sæð tað soleiðis!


Reyðu kortini

Í fyrsta umfarinum var støðan 1?0 til GÍ, tá Jan Joensen hjá KÍ varð rikin av vøllinum. GÍ vann 2?1 í Klaksvík.

Í næsta umfarinum var støðan 2?0 til GÍ, tá Soran Anghel varð rikin av vøllinum. GÍ vann á heimavølli 4?0 ímóti EB/Streymi.

Í triðja umfarinum vann GÍ 3?2 ímóti HB liði, sum allar 90 minuttirnar var fullmannað í Gundadali, men í fjórða umfarinum var ostaskorpan aftur á lofti. B36 vitjaði í Gøtu, og Arnbjørn Danielsen sá reyða kortið, tá ein tími var farin. Tá var støðan 2?0, og GÍ tóktist ikki fáa serligan fyrimun av útvísingini, tí endaliga úrslitið gjørdist 3?1.

Í fimta umfarinum vann GÍ 4?1 á útivølli ímóti VB, sum alla tíðina hevði ellivu spælarar á vøllinum. Í sætta umfarinum vórðu vágamenn sendir vestur aftur við 8?2 tapi í viðførinum. Støðan var 4?1, tá Kim Poulsen í 39. minutti sá reytt.

Í sjeynda umfarinum var GÍ á stevnu í Runavík. Støðan var 1?0 til GÍ, tá Djóni N. Joensen sá reytt. Tað var í 35. minutti. GÍ vann 2?1. Sigursmálið fingu teir í síðsta minutti. Í áttanda umfarinum vóru ellivu B68 spælarar alla tíðina á nýggja vøllinum í Serpigerði. GÍ vann 2?0.

Aðra staðni í blaðnum í dag er greitt frá, hvussu tað gekst sandoyingum, tá GÍ sunnudagin var har suðuri og vann 7?0. Telja vit saman, so eru sjey spælarar útvístir í níggju dystum ímóti GÍ (og ein er rýmdur!).

Klaksvíkingar eru illa sperdir, tá teir komandi fríggjakvøld fara til Gøtu. Dysturin er framskundaður, tí Sámal Joensen hevur bjóðað liðfeløgunum í brúdleyp leygarkvøldið. Hagtølini omanfyri siga, at tað er rættuliga sannlíkt, at onkur KÍ spælari fer at fáa reytt kort fríggjakvøldið. Tað hevði ikki verið so gott hjá KÍ, tí reytt kort í 10. umfarinum fer at hava við sær, at spælarin verður leikbannaður í steypafinaluni, sum verður á ólavsøku.


B36 fylgir við

Toppdysturin hetta vikuskiftið var í Gundadali. B36 vann 3?2 á VB, og harvið staðfestu teir í árstalsfelagnum, at í løtuni eru teir einasta veruliga boðið upp á avbjóðara hjá GÍ. Munurin ímillum oddaliðini er fimm stig. Tað ljóðar av nógvum, og tað er nógv. Um mett verður út frá gongdini nógvu tey seinastu umførini, so kann roknast við, at GÍ og B36 fara at vinna hvørja ferð. Um tey gera tað, so verður talan um sannan lagnudyst, tá GÍ sunnudagin 19. august í trettanda umfarinum fer at spæla ímóti B36 í Gundadali.

Um GÍ hevur vunnið hvørja ferð inntil tá, og um teir vinna ta ferðina, so er møguleiki fyri, at FM heitið verður so tíðliga plaserað í ár, sum tað ongantíð hevur verið áður. Men nú fáa vit at síggja. Í B36 og í hinum feløgunum kunnu tey troysta seg við, at GÍ skal luttaka í Europa Cup. Tað skulu teir í B36 ikki.


Bronsuplássið

GÍ er langt burtur, og B36 tykist eisini fjart hjá hinum feløgunum. Tí stendur kappingin hjá teimum í fyrstu atløgu fyrst og fremst um bronsuplássið. VB kiksaði tvær ferðir fyrstu løtuna ímóti B36, og tað megnaðu teir ikki at vinna á aftur. Vágbingar skulu luttaka í Europa Cup, og fyribils mugu vit siga, at teir eru dotnir úr kappingini um tey bæði fremstu plássini.

HB kom við sigrinum í Miðvági aftur á triðja plássið, men teir hava á pappírinum torførari uppgávu á skránni hesa ferð, enn vágbingar hava. VB skal spæla í Miðvági, meðan HB skal spæla á Svangaskarði. B68 sigurin á KÍ bar við sær, at toftamenn við sigri á HB kunnu halda summarfrí á fjórða plássi.

KÍ og NSÍ eru sera óstøðug. KÍ tykist í løtuni ikki at hava styrki til at blanda seg í stríðið um heiðursmerkir. Í fýra dystum hava teir málmunin 2?14. Tað man ikki vera komið ofta fyri áður. Við gongdini seinastu vikurnar í huga tykjast avbjóðingarnar tríggjar tær næstu ferðirnar ógvusligar. KÍ skal spæla í Gøtu fríggjakvøldið, so skulu teir spæla steypafinalu ímóti B36 á ólavsøku, og í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin er HB í Gundadali á skránni. Men hóast gongdin í landskappingini ikki er góð, so fer sigur í steypafinaluni at hava alstóran týdning fyri hetta kappingarárið. Sjálvandi verður B36 stórfavorittur, men bæði í B36 og í KÍ vita tey, at ein steypafinala er nakað heilt serligt.

NSÍ er sum altíð sera óstøðugt. Hesa ferð taptu teir á Eiði. Ofta hava teir gjørt ein vørr í Gundadali. Sunnudagin skulu teir vitja B36. Gongdin seinastu vikurnar bendir ikki á, at NSÍ hesa ferð fer at megna nakað í Gundadali, men, sum sagt, teir eru óstøðugir.


EB/Streymur dregur frá

Undan kappingarbyrjan varð EB/Streymur mett sum niðurflytingarevni. Gongdin tær seinastu vikurnar hevur víst, at EB/Streymur hevur megi at standa seg betri í bestu deildini hesa ferð, enn teir gjørdu, tá teir i 1993 beinanvegin fluttu niður aftur.

Sunnudagin fingu teir á Mølini fyri fyrstu ferð í ár stig á heimavølli. Komandi vikuskifti kemur eitt B71 lið, sum er illa fyri, norður til Eiðis. Tá verður tað ivaleyst luturin hjá EB/Streymi at mynda spælið. Tað verður øðrvísi, enn tá teir lúra eftir møguleikanum at fara í snarálop. Men EB/Streymur verður undan tí dystinum ? og fyri fyrstu ferð í ár ? roknað sum favorittur. Um EB/Streymur fær trý stig ímóti B71 verður tað greitt, at niðurflytingin og kvalifikatiónin verður ein spurningur ímillum sandoyingar og vágamenn.

Á Sandi stendur einki serligt til. Eli Hentze er skaddur, Kári Nielsen hevur brotið beinið, og tá teir fara til Eiðis eru tríggir spælarar leikbannaðir ? Jógvan Jón Petersen, Jón Brekku og Bjørn Thorsteinsson.

Á støðutalvuni er FS Vágar niðast, men B71 er bara eitt stig undan vágamonnum. Vit hava í fleiri vikur sagt, at tað eru ábendingar um, at í FSV gongur tað rætta vegin. Hesa ferð megnaðu teir ein málleysan hálvleik ímóti HB, men enn tykist tað resta nógv í, áðrenn teir fara at megna at fáa stig. Stóra slagið verður 11. august, tá B71 fer vestur til Miðvágs.