G! Festivalurin: Nú er næstan útselt

Fyri einari løtu síðani vóru bara 100 dagsatgongumerki eftir til G! Festivalin

Nú er næstan útselt til G!. Einans 100 dagsatgongumerki eru eftir til sølu.

 

– Hetta er sostatt tann nógv mest vitjaði G! festivalurin í 20 ár, siga fyrireikararnir.

 

– Tí er best at keypa í nethandlinum, áðrenn tú fert heimanífrá, tað er ikki vist, at atgongumerki eru at fáa við dyrnar.