G! festivalurin við á norskum festivali

– Hetta er ein gyltur møguleiki hjá føroyskum tónleikarum at vísa sín tónleik fram, sigur G! Festivalurin

G! Festivalurin er nú við í einum nýggjum samstarvið við FMX og festivalin Trondheim Calling. Samstarvið er nýtt, men hevur verið í bryggju í nógv ár.

 

Samstarvið inniber at Michael, sum er bókarin á G! Festivalinum, fer at velja ein norskan bólk á Trondheim Calling at spæla á G! 2022, og at tríggir føroyskir bólkar ella einstaklingar vera bodnir at spæla á Trondheim Calling, sum er ein showcase festivalur við 7000 luttakarum, ið húsast á 10 spælistøðum ymsa staðni í Trondheim. Hesin festivalurin verður 3. - 5. februar næsta ár.

 

– Trondheim er ein býur við 220.000 íbúgvum, harav 40.000 eru lesandi á universitetinum. Býurin verður sæddur sum ein progressivur mentanarbýur við ríkum tónleika- og mentanarlívi. Hetta er sostatt ein gyltur møguleiki hjá føroyskum tónleikarum at vísa sín tónleik fram fyri einari nýggjari og breiðari fjøld, sigur G! Festivalurin.

 

– G! festivalurin hevur frá fyrsta degi havt sum mál at verða við til at fáa føroyskan tónleik út í heim, og hevur hetta verið gjørt í samstarvi við ymsar showcase festivalar og aðra tónleikavinnu, og tað gleðir okkum at Trondheim Calling nú eisini verður partur av hesum samstarvinum. Vit gleða okkum at bjóða Tróndheim Calling á G! 2022.

 

Føroyskir bólkar kunnu gjøgnum G! søkja um at sleppa at spæla á Trondheim Calling, og deadline er 29. oktober.