Góð forrætning at flyta fólk um firðir og sund

Nú arbeiðssteðgur er liggja øll strandfaraskipini. Tí bjóða privatfólk, sum fyri tað mesta eiga stuttleikabátar og skjóttgangandi útróðrarfør seg fram til at flyta fólk millum oyggjarnar. Hetta kemur sjálvsagt væl við hjá teimum, sum hava arbeiði ella skulu í skúla í aðrari oyggj. Og fyri tey, sum skulu av landinum ella koma úr øðrum landi er hesin flutningurin altavgerandi. Men hetta er so eisini sera góð forrætning hjá teimum , sum eiga førini

Jan Müller


Arbeiðsteðgurin hjá limunum í Starvsmannafelagnum hevur nú vart í eina viku. Hóast ein stórur partur av tí almenna virkseminum í landinum er lagdur lamin, eitt nú samferðslan millum oyggjarnar, so ber kortini enn til at sleppa til og frá. Hetta syrgja privatfólk, sum í flestu førum eiga skjóttgangandi bátar, fyri. Men eisini fiskifør og útróðrarbátar verða brúktir til flutning skilst.

Ein av teimum, sum hevur havt fasta rutu við ferðafólki, er Jóannes Brandal í Klaksvík. Við sínum skjóttgangandi stuttleikabáti hevur hann flutt nógv hundrað fyri ikki at siga túsundatals fólk um Lorvíksfjørð.

Sosialurin hitti Jóannes Brandal í vikuskiftinum, tá hann var mitt í rokinum. Hann roynir at leggja siglingina til rættis soleiðis, at hon passar til bussruturnar.

Brandal, sum hann eisini verður nevndur, eigur sjálvur bátin. Hann kann taka 10 fólk og brúkar einar 10-15 minuttir um túrin. Brandal er einsamallur soleiðis at hann bæði er skipari og innkrevjari.

Tað er ymiskt sum teir ymsu bátarnir, sum sigla, taka fyri ferðaseðilin. Onkur tekur 50 kr. men Brandal tekur 100 kr. fyri túrin. -Eg brúki tíð og orku uppá hetta og tími ikki at gera tað fái eg ikki okkurt burtur úr.

Tað er eisini misjavnt, hvussu nógv fólk eru við og hvussu nógvir túrar eru. Ein dagin var hann 20 ferðir um Lorvíksfjørð, ein annan dagin 15 ferðir. Við einum ferðaseðlaprísi uppá 100 kr. hvønn vegin er lætt at rokna út, at tað verður til eina góða dagsfortjenastu fyri ikki at tosa um, hvat hetta kann geva um vikuna ella um mánaðin stendur arbeiðssteðgurin við.

Vil væl til so kann ein slík vika við 15-20 túrum, 10 fólkum hvønn túrin og ein ferðaseðlaprísi uppá 100 kr. geva góðar 100.000 í inntøku hjá einum tílíkum báti. Tá eru útreiðslurnar so ikki taldar uppí.

Eisini aðrastaðni kring landið sigla privatfólk við ferðafólki. M.a. sigla tvey skjóttgangandi før pendulfart millum Vestmanna og Oyragjógv. Hesir taka upp í 25 ferðafólk.

Talan er um at taka upp verkfallsrakt arbeiði, men bátarnir eru góðkendir til at kunna sigla við ferðafólki, og soleingi, sum Starvsmannafelagið ikki blokerar siglingina, soleiðis sum teir hava gjørt fyrr, so verður siglt ótarnað. Hugsast kann tó, at um eingin glotti kemur í verkfallið, og tiltøkini hjá fakfelagnum verða herd, at hetta møguliga eisini kann raka privata flutningin við ferðafólki.

Sum støðan er nú er samband millum flestu oyggjar. Og hetta gevur so teimum, sum eiga før at flyta fólk við og harvið ?avloysa? almennu strandferðsluna eina sera góða inntøku. Umframt Lorvíksfjørð verður siglt um Vestmannasund, um Skonunarfjørð og somuleiðis millum aðrar oyggjar.