Bretsku myndugleikarnir hava gjørt av at kanna, um gøgn eru tikin úr fyrrverandi arbeiðsfólki á kjarnorkuvrrkinum Sellafield, eftir at tey eru deyð. Tað er komið fram, at ymisk gøgn eru horvin í umleið 70 arbeiðsmonnum, sum arbeiddu á kjarnorkuverkinum í seksti- og sjeytiárunum. Talan er um bæði gøgn, partar av beinagrindini og vevnað. Hildið verður, at fyritøkan, sum átti kjarnorkuverkið tá, skipaði so fyri, at gøgn vórðu tikin úr deyðum starvsfólki, so tey kundu brúkast til gransking. Málið verður mett sera álvarssamt. Tað hevur verið til umrøðu í Parlamentinum, og Alistair Darling, ráðharri í handils- og ídnaðarmálum hevur sett eina kanning í verk.