Løgmanssteypið
Leiklutirnir vóru greiðir, longu áðrenn dysturin millum GÍ og FS Vágar byrjaði. Tað skuldu teir helst verið, tí hóast vágamenn eru heitir favorittar at flyta upp í bestu deildina, so var GÍ hóast alt næst besta liðið í fjør, og tí átti ein ávísur munur at verið á liðunum báðum. Eisini hóast gøtumenn ikki vóru fullmannaðir hendan dagin.
Trýst frá gestunum
Sum dysturin tók skap, so var hesin munur tó als ikki so sjónligur, sum roknast kundi við.
Serstakliga eftir at Súni Fríði Johannesen eftir langa sending hevði lagt heimaliðið á odda, royndu gestirnir at trýsta, men móti stóru gøtuverjuni tóktist tað tó sera trupult hjá gestunum at fáa nakað burturúr.
Í seinna hálvleiki var gongdin framhaldandi hin sama. Vágamenn løgdu nógv fyri í royndunum at javna, og fleiri ferðir var eisini heilt nær við, at hetta eydnaðist teimum, og millum annað máttu gøtumenn onkun tíð taka træverkið til hjálpar, fyri at bólturin ikki skuldi fara inn.
Og so gekk tað, sum tað so ofta ger. Annað liðið trýstir, men hitt skorar, og tað var júst tað, sum hendi, tá Bartal Eliasen fram móti dystarenda hevði sníkt seg fram til eitt álop, og við sínum triðja málið í bólkaspælinum avgjørdi toppskjúttin (!) hjá GÍ dystin.
Iðra seg
Umframt málið, sum gøtumenn fingu móti dystarenda, so vóru tað serstakliga tveir lutir, sum vágamenn iðraðu seg um eftir dystin. Fyrst var tað tað, at liðið møguliga noyðist at vera Arturas Ramoska í málinum fyri uttan, eftir at hann noyddist av vøllinum í Gøtu. Eftir samanstoyt við Omar Pálsson hjá var málverjin fullkomuliga í ørviti, og hóast hann ætlaði sær at halda fram, so stóð tað øllum kring vøllin greitt, at har gjørdist einki.
Hartil mundi tað kennast sum dyggur smeitur hjá vágamonnum, at Bjarni Prior varð rikin av vølli, tá hann stutt fyri leiklok fekk sítt næsta gula kort. Komandi uppgávan verður á heimavølli móti EB/Streymi, og skulu vágamenn vinna seg víðari, er alneyðugt við sigri í hesum dysti.
Til tann dystin vóna tey har vesturi tó, at liðið er nakað styrkt, tí brasilski álopsmaðurin, sum leingi hevur verið ávegis, hevur nú fingið øll pappírsviðurskifitni í rættlag, soleiðis at hann væntandi verður við til tann dystin.
Dysturin í tølum:
GÍ ? FS Vágar 2-0 (1-0)
1-0: Súni F. Johannesen
2-0: Bartal Eliasen