Góð hálv miljón tons koma og fara

- At djúphavnin er longd við 60 metrum, bøtir avgjørt um umstøðurnar, tí nú kunnu vit klára tríggjar funktiónir í senn, sigur Rólant Højsted.

 

At Fuglafjørður telist millum størstu fiskivinnuhavnir í Føroyum, eru tølini fyri inn-og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum hjá Fuglafjarðar havn fyri 2015 eitt prógv um.

 

Rólant Højsted, havnarmeistari, sigur, at í rundum tølum var inn-og útflutningurin av fiski og ymiskum fiskaúrdráttum í fjør umleið 580.000 tons tilsamans. Tá er alt íroknað, bæði feskur og frystur fiskur, mjøl, lýsi og fóður.

 

Havnarmeistarin vísir á, at størstu keyparar og framleiðarar av fiski og fiskaúrdráttum í Fuglafirði eru Havsbrún við stívliga 200.000 tonsum og uppsjóvarvirkið Pelagos við út við 60.000 tonsum í 2015.

 

Umframt fiskatilfeingið, keypti Havsbrún í fjør eisini umleið 16.000 tons av lýsi. Aftrat søluni av fóðuri til føroysku alivinnuna, útflutti fyritøkan eisini nakað av fóðuri.

 

- Vit høvdu eisini bunkringarnar á Fuglafirði í fjør á umleið 55.000 tons av olju tilsamans, sigur hann.

 

Rólant Højsted sigur, at nú djúphavnin í Fuglafirði er longd við 60 metrum inn eftir frá Pelagos-bryggjuni, eigur kommunan tilsamans 240 metrar av samanhangandi djúphavn.

 

- At bryggjan nú er longd, bøtir avgjørt um umstøðurnar. Nú kunnu vit klára tríggjar funktiónir í senn. Um skipini ikki eru alt ov stór, ber til at bunkra, landa og avskipa við bryggjukantin í senn.

 

Rólant Højsted leggur aftrat, at umframt hesar 240 samanhangandi metrarnar, eigur kommunan eisini bryggju innari á fjørðinum, ið hevur dýpi sum djúphavn.