GÍ hóttir við at taka seg úr kappingini

Fótbóltur: GÍ hevur kært dómaran Kim Ejdesgaard til kappingarnevndina hjá FSF og noktar at spæla, um hann aftur verður settur at døma dyst hjá GÍ. ?Vit taka okkum heldur úr kappingina, sigur GÍ í kæruni

Gøtu Ítróttarfelag hevur kært dómaran Kim Ejdesgaard og dømingina hjá honum til kappingarnevndina hjá Fótbóltssambandinum.

Orsøkin er dømingin í dystinum millum GÍ og HB, sum var spældur í Gøtu sunnudagin. Dysturin endaði við 2-1 sigri til HB, men nú krevur GÍ umdyst.

Harafturat krevur GÍ, at reyða kortið, sum málverjin hjá teimum fekk, verður strikað, og í síðsta parti av kæruni gera gøtumenn bart.

? Verður Kim Ejdesgaard aftur settur at døma dyst hjá GÍ, spæla vit ikki. So taka vit heldur liðið úr kappingini, verður sagt í kæruni.

? Dómarin oyðilegði hendan dystin, næsta dystin og kanska alt kappingarárið fyri okkum. Og tað vilja vit ikki finna okkum í. Vit halda, at við ordiligari døming, hevði dysturin móti HB endað øðrvísi, sigur Mikael Dalbø.


Útvísingin

Tað, sum serliga hevur fingið sinnini í Gøtu í kók, er hendingin í fyrra hálvleiki, tá málverjin hjá GÍ, Sunvard Joensen, var útvístur.

Longu í fyrsta minutti fekk GÍ-málverjin gult kort, tá hann gjørdi lítið brotsspark móti HB-álopsmanni, og tá 18 minuttir vóru spældir, helt dómarin, at Sunvard Joensen hevði verið uttanfyri brotsteigin, tá hann skuldi gúppað bóltin fram á vøllin.

Tá fekk GÍ-málverjin enn ein gult kort, og var tí útvístur. GÍ setti álopsmannin og landsliðsspælaran Henning Jarnskor í málið, og spældi síðani við 10 monnum restina av tíðini.

HB kom á odda 2-0, GÍ stríddi seg aftur, men kláraði bert at gera eitt mál, hóast teir trýstu við 10 monnum stóran part av seinna hálvleiki.


Taka seg úr kappingini

Men stendur tað til GÍ, sleppur úrslitið ikki at standa, tí í kæru, sum á middegi í gjár varð send Fótbóltssambandinum, krevur GÍ umdyst.

? Vit hava hugt eftir videoupptøkuni av dystinum, og har sæst, at málverjin als ikki fer út um brotsteigin, tá hann skal sparka bóltin. Hendan avgerð hevði so stóra ávirkan á dystin og úrslitið, at vit tí krevja nýggjan dyst, sigur Mikael Dalbø.

Videoupptøkan er send saman við kæruni til FSF.

GÍ vil eisini hava, at kappingarnevndin hjá FSF strikar reyða kortið hjá Sunvardi Joensen, tí teira halda, at tað var givið honum av órøttum.

? Næsta dyst standa vit uttan vanliga málverjan, og tá verður Henning Jarnskor helst noyddur aftur at verja málið, og tað er ein stórur missur fyri okkum, at Henning ikki kann spæla í álopinum, sigur Mikael Dalbø.

Í síðsta partinum av kæruni fella tey mest álvarsomu orðini, tí GÍ sigur seg hava so ringar royndir av Kim Ejdesgaard, at verður hann aftur settur at døma dyst hjá GÍ, noktar felagið at spæla, og vil heldur taka seg úr kappingini.

Sambært dómarayvirlitinum, sum FSF sendi út fyrradagin, skal Kim Ejdesgaard ikki døma dyst hjá GÍ næstu tríggjar ferðirnar.

? Hetta er eitt álvarsamt stig at taka, men vit kenna okkum so illa viðfarin av hesum dómara, at nú skal punktum setast, sigur Mikael Dalbø.

Sambært honum hevur nevndin í GÍ fullan stuðul fyri kæruni frá spælarunum hjá GÍ.


Viðgerast í kvøld

FSF-skrivstovan fekk kæruna frá GÍ á miðdegi í gjár, men formaðurin í kappingarnevndin hevði ikki sæð hana, tá vit tosaðu við hann tíðliga seinnapartin í gjár.

? Vit hava fund mikukvøldið, og tá fara vit at viðgera kæruna. GÍ fær so svar beinanvegin, sum ein avgerð er tikin, sigur Dánjal Andreasen, sum er formaður í kappingarnevndini hjá GÍ.

Er GÍ ikki nøgt við avgerðina hjá kappingarnevndini, kann felagið fara víðari við kæruni til dómsnevndina hjá FSF, sum tekur endaligu avgerðina í málinum.

Í kappingarnevndini hjá FSF sita Dánjal Andreasen, Jens Erik Magnussen, Karl Vidtfeldt, Óli Holm og Mortan Poulsen. Dómsnevndin er mannað við Jákup Páll Nielsen, sum er formaður, Christian Andreasen og Jegvan M. Eliasen.