1. deild
Fyri aðru ferð á rað fór GÍ sunnudagin av vøllinum við fullari úrtøku. Hesa ferð vóru teir á heimavølli ímóti EB/Streymi. Gøtumenn vóru favorittar, og teir megnaðu fult og heilt at liva upp til tað, sum varð roknað við av teimum. Men tað var ikki fyrr enn í 2. hálvleiki, at tað rættuliga glapp.
EB/Streymur fylgdi við í fyrra umfarinum, og stutt undan hvíldini var tað um reppið, at Hallur Jacobsen javnaði til 1?1. Anghel Sorin legði hegnisliga inn um verjuna úr vinstru. Hallur Jacobsen, sum mannaði álopssessin undir liðini á fyrrverandi GÍ verjuálitinum, Jón Sigurð Gleðisheygg, var fyrstur á, men bólturin fór dygst omanfyri málið hjá Halli Hansen.
Í 2. hálvleiki hevði GÍ málverjin ikki nógv at gera. Næstsíðsta sunnudag vóru gøtumenn fleiri enn mótstøðumenninir í næstan ein tíma. Hesa ferð vóru gøtumenn ein stóran part av seinna umfarinum fleiri, enn mótstøðumenninir vóru. Dómarin sendi rumenska miðvallaran í vinstru hjá EB/Streymi, Anghel Sorin, undir brúsuna í ótíð. Hann hevði tvær ferðir sæð gula kortið, og so var eingin vegur uttanum, sjálvt um tað vóru fleiri, sum hildu, at samlaða sektin var í so stór fyri tilburðirnar, ið bóru tvey gul og harvið eitt reytt kort við sær.
Málini
Helgi Lamhauge Petersen var meistari fyri tveimum teimum fyrstu málunum hjá GÍ. Tað fyrsta fekk Helgi L. Petersen í 1. hálvleiki. Bartal Eliasen sendi ein langan bólt fram í høgra horn. Sámal Joensen fekk tamarhald á í tóma økinum, og Helgi L. Petersen var fyrstur á flata innlegginum.
Sami spælarin økti til 2?0. Magni Jarnskor, sum var komin so mikið undan vøddaskaðanum, at hann var førur fyri at fylla væl út á miðvøllinum, legði fríspark innfyri úr einari støðu dygst uttanfyri brotsteigin í vinstru, og við handara stólpan stútaði Helgi í kassan aftanfyri EB/Streyma málverjan Gunnar á Steig, sum hevði fleiri fínar bjargingar.
Landsliðsmaðurin Sámal Joensen varð skrásettur fyri 3?0 málið. Aftur hesa ferð var Magni Jarnskor meistari fyri uppspælinum. Hann spældi sera snilt djúpt fram eftir miðásinum, og hóast hann varð kroystur av miðverjuni, so megnaði Sámal Joensen at varðveita yvirblikkið og úr ellivu metrum at senda framvið málverjanum, ið kendi seg noyddan at koma fram ímóti.
Hans Pauli Petersen, sum var leikbannaður, tá Gí var í Klaksvík, var aftur á ytsta miðvallarplássinum í høgru. Og tað var hann, sum setti síðsta seymin í. Eftir at hava drigið í høgru valdi hann at royna ímóti málinum, og skotið úr fjúrtan metrum fór flatt framvið málverjanum og í handara síðunetið.
Góður botnur
Gøtumenn eru komnir heilt væl frá byrjan, og tað tykist ikki at síggja so illa út hjá teimum.
Leivur Hansen, Bartal Eliasen og Poul Ennigarð tykjast av álvara at hava funnið stevið í miðverjuni. Talið á persónligum mistøkum er minkað so at siga burtur í einki, og í nógvum førum megna teir at spæla skilagott fram á miðvøllin, har Poul Henning Jacobsen, Magni Jarnskor og Sámal Joensen arbeiða nógv.
Helgi L. Petersen arbeiddi aftur hesa ferð heilt nógv. Hann skoraði tvey mál og var tískil rættuliga eyðsýndur. Óli Hansen, sum ikki var tøkur í Klaksvík, var aftur í GÍ álopinum. Hann skoraði ikki, men Óli arbeiddi væl og nógv, og tað kundi sæð út, sum um tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn málini fara at koma.
Teir í EB/Streymi mundu vita, hvør leikluturin hjá teimum fór at verða í Gøtu. Dýra biðjudag eiga teir fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum heimadyst í bestu deildini. Tað verður fyrst og fremst á Mølini, at teir skulu skava stigini saman, sum skulu tryggja teimum framhaldandi lív í 1. deild.
GÍ-EB/Streymur 4-0 (0-0)
1-0: Helgi L. Petersen 19
2-0: Helgi L. Petersen 51
3-0: Sámal Joensen 68
4-0: Hans Pauli Petersen 87
Dómari: Eiler Rasmussen (Skáli)
GÍ: Hallur Hansen ? Leivur Hansen, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð ? Hans Pauli Petersen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Poul Henning Jacobsen, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Halltór Joensen, Esmar Eiðisgarð, Ólavur Poulsen, Alfred Jacobsen, Anghel Sorin ? Andreas Joensen Dahl, Knút Vesturrún, Jóhan á Stongunum ? Hallur Jacobsen, Jón Sigurð Gleðisheygg