GÍ hevur fyrsta rætt til Suna

Um Suni Olsen ikki ger nýggjan við FC Zwolle verður ungi gøtumaðurin aftur at síggja á liðnum hjá GÍ. Enn er tó eingin avgerð fallin, sigur formaðurin

Tað hevur leingi ljóðað, at Suni Olsen møguliga kemur aftur til barndómsfelagið GÍ. Sáttmálaskeiðið rennur út í mei, og Suni er í løtuni í samráðingum við hollendska felagið.
Um Suni velur ikki at skriva undir ein nýggjan sáttmála, so gerst hann aftur partur av hópinum hjá Johan Nielsen í Gøtu. GÍ hevur nevniliga tryggjað sær fyrsta rætt til spælaran, at um hann ikki heldur fram í Zwolle.
Tí er greitt at um hann leggur leiðina heimaftur, verður tað í GÍ, at hann fer at spæla.
Formaðurin í GÍ, Svenn Olsen, sum er farbróðir Suna, sigur, at enn er eingin avgerð tikin hesum viðvíkjandi. Hann verður tó neyvan við frá byrjan í hesum kappingarárinum, og GÍ fer ikki at keypa hann heimaftur. Suni Olsen skal sjálvur taka hesa avgerðina, leggur hann dent á.
Sum skilst er Suni Olsen eitt sindur í iva, um hann skal halda fram í Hollandi ella venda heimaftur til Føroyar. Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Suna sjálvum, men hetta eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar.