GÍ hevur sett kós móti heiðursmerkjunum

Súni Olsen var enn eina ferð munurin, tá ið gøtumenn fingu fult móti B68, sum avgjørt ikki hevði marginalirnar á sínari síðu fyrsta hálva tíman

GÍ hevur verið flúgvandi fyrstu umførini eftir summarsteðgin. Tá ið teir fingu fult í Fuglafirði, var munurin á liðunum Súni Olsen, sum skoraði bæði GÍ málini. Sunnudagin vitjaðu illa sperdu toftamenninir í Gøtu. GÍ vann 5-2, og tað er einki at ivast í tí. Stóri munurin á liðunum var Súni Olsen. Hann skoraði tvey av teimum trimum málunum kring steðgin, sum avgjørdu, at øll stigini skuldu fella til GÍ, og í tí triðja førinum átti hann næstsíðsta fótin á.
Tá ið úrslitið verður havt í huga, so ljóðar tað ivaleyst undarligt og ótrúligt. Men tað er ein veruleiki, at B68 fyrsta hálva tíman kanska hevði yvirvág í spæli, og eftir at spildurnýggi pólverski álopsmaðurin hjá GÍ, Adam, sum tað annars ikki sást so ógvuliga nógv til, mest sum burturúr ongum rættuliga tíðliga við skoti úr brotsteiginum hevði lagt GÍ framum, høvdu toftamenn fleiri stórar møguleikar.
Men B68 hevðí ikki, júst sum tað oftast er hjá botnliðum, marginalirnar við sær. Stanislav Stankov, sum orsaka av skaða ikki kom á vøllin eftir steðgin, lyfti eitt sindur uttarlaga frá og upp um rættuliga uttarlaga stadda Hall Hansen, sum aftur hesa ferð var stinnur í GÍ málinum, men tíverri fyri bulgaran og B68, so brast bólturin í tvørtræið. Øssur Hansen, sum enn eina ferð var týdningarmiklasti B68 spælarin, sendi úr eitt sindur spískum í vinstru í nærra stólpan, og áðrenn toftamenn  fóru at skjóta í træverkið, høvdu teir havt tveir risa málmøguleikar. Úr blankari støðu sendi nýggi verjukendi miðvallarin Fabricio við síðuna av málinum, og Hallur Hansen bjargaði væl, tá ið Jóhan Petur Poulsen royndi seg út góðari støðu.
 
Avgerandi løtan
GÍ hevði umleið somu manning, sum teir høvdu í Fuglafirði. At Adam var við hesa ferð hevði við sær, at Súni Olsen ikki var næstfremstur og harvið hangandi álopsspælari, men at hann var á sentrala miðvøllinum saman við Símuni Louis Jacobsen, sum rættuliga tykist vera komin fyri seg, eftir at hann leingi hevur drigist við fylgjurnar av skaða, sum hann fekk fyri einum ári síðani.
            Tá ið GÍ eftir stórum korteri fór frá 1-0 og upp á 4-0, var tað Súni Olsen, sum var meistarin. Tá ið stórur hálvur tími var farin, gjørdist hann leysur í brotsteiginum og millum B68 miðverjarnar, og so var hann púra tryggur, tá ið hann sendi dygst inn við stólparótini. Tríggjar minuttir undan hvíldini var hann aftur upp á spæl. Hesa ferðina spældi hann úr eitt sindur vinstru og inn um verjuna, har Áslakur R. Petersen (einar tveir metrar rangstaddur) í besta Henry hjá Arsenal stíli skrúvaði bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið.
            Tað var ikki at undrast á, at gøtumenn í steðginum kendu seg at hava fingið væl burturúr, og at toftamenn sótu sum slignir á nevið. B68 tóktist kortini hava rætta hugburðin, tá ið teir komu á vøllin aftur. So sveik málverjin, sum annars einki var at finnast at, teir fullkomuliga. Tá ið hann skuldi taka bóltin, bukkaði hann seg ikki. Bólturin rullaði framvið honum, og Súni Olsen takkaði fyri.
            Tá var í eina løtu talan um upploysn hjá B68. GÍarnir vóru so væl upplagdir, at tað mest av øllum tóktist sum um, at teir spældu fyri lívinum. Teir høvdu bæði breidd og dýpd í, og innleggini vóru góð. Poul Ennigarð, sum var høgri vongverji, skoraði til 5-0. Tá var hann eitt sindur til vinstru og í brotsteiginum. Hesa løtuna kundi GÍ havt skorað eini fýra ferðir afturat, tá ið teir mest sum spældu grís í B68 málteiginum, men Jazek hevðí fleiri fínar bjargingar.
Pyntið
Fyri B68 var tað sjálvsagt ein lætti undan trýstinum, at Hanus Jacobsen, vinstri vongverjin hjá GÍ, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, fekk gula kortið fyri aðru ferð, og GÍ harvið varð undirmannað síðstu løtuna.
            Í staðin fyri at kollsigla heilt fingu toftamenn fótað sær eitt sindur, og fyri moralin og víðari gongdina í stríðnum at vinna seg av aftasta plássinum hevði tað stóran týdning, at teir fingu tvey mál.
            Tað fyrra fekk Fabricio við góðum skoti úr sekstan metrum, eftir at Jóhan Petur Poulsen og John Heri Dam høvdu staðið fyri uppspælinum, og tað seinna fekk Kristian Anton Andreasen, eftir at Øssur Hansen og Øssur Jacobsen høvdu spælt seg ígjøgnum í vinstru og lagt innfyri.
            Eingin vandi var fyri, at tryggi heimasigurin skuldi gleppa GÍ av hondum, og við Súna Olsen í tí lagnum, sum hann hevur verið í seinastu nógvu ferðirnar, eiga tað at vera møguleikar fyri, at teir røkka uppaftur longri.
            Hjá B68 er brekkan uppaftur tyngri, enn hon hevur verið. Toftamenn vóru ikki hepnir hesa ferð, men teir kollsigldu ikki, og tað er lítið at ivast í, at tað fer at hava týdning næstu vikurnar, at rætti hugburðurin varð varðveittur.
 
GÍ-B68 5-2 (3-0)
1-0: Adam Pauluszek 9.
2-0: Súni Olsen 33.
3-0:  Áslakur R. Petersen 42.
4-0: Súni Olsen 50.
5-0: Poul Ennigarð 55.
5-1: Fabricio Borges 65.
5-2: Kristian Anton Andreasen 85.
Dómari: Oddmar Andreasen
GÍ: Hallur Hansen ? Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen ? Áslakur R. Petersen, Símun Louis Jacobsen (Poul Henning Jacobsen, 75.), Súni Olsen, Hans Pauli Petersen ? Krzystof Popczynski, Adam Pauluzek
Gult kort: Hanus Jacobsen 19., 69.
Reytt kort: Hanus Jacobsen 69.
B68: Jazek Przbylski ? Ronnie Svalbard (Ovi Magnussen, 55.), Oleif Joensen, Kári Sigvardsen, Øssur Jacobsen ? Jóhan Petur Poulsen, Bogi Petersen, Fabricio Borges, Øssur Hansen ? Stanislav Stankov (Kristian Anton Andreasen, 46.), John Heri DamGult kort: Øssur Jacobsen, Kristian Anton Andreasen