Lat meg siga beinanvegin, at vit kendu einki til uppskotið, hava ikki havt tað til hoyringar, sum eg skilji á tær, at onnur hava havt møguleika fyri.
Grundin til áheitanina var – sum tað stendur í skrivinum – at landsstýrismaðurin í heilsumálum boðaði í Útvarpinum frá, at nýggja skipanin við Heilsutrygd, ið ætlandi skal setast í gildi hin 1. januar 2010, ikki verður skattafíggjað við samhaldsføstum, prosentvísum gjaldi fyrstu árini.
Tað hevur, sum tú skrivar, í áravís verið tosað um at broyta sjúkrakassaskipanina, soleiðis at fíggingin fór yvir skattaskipanina, tað hava vit eisini fleiri ferðir ført fram á fundum við landsstýrismannin í heilsumálum, og semja hevur verið um at fáa hesa skipan í lag so skjótt sum møguligt, og tað er fleiri ferðir sett dato á, nær limagjaldið til sjúkrakassarnar fór at halda uppat, hetta fór at vera ein stórur lætti hjá teimum pensjónistum, sum eru ringast fyri. Men hetta er útsett fleiri ferðir, og nú eisini eftir at lógin skal fáa gildi frá 1. jan. 2010. Tað sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag, hetta hava vit upplivað so ofta, tí sendu vit hatta mótmæli og áheitan.
Nú hava vit fingið eitt sindur meira at vita um lógaruppskotið í tínum harðligu viðmerkingum og frá landsstýrismanninum í heilsumálum, sum hevur grein í bløðunum um hesa nýggju samhaldsføstu sjúkratrygging. Landsfelag Pensjónista fegnast um, at lógaruppskotið um heilsutrygd nú verður lagt fram, og sum eg skilji av tí, sum er ført fram, so verður hetta ein stórur bati fyri øll viðvíkjandi heilsutrygging, sum vit í Landsfelag Pensjónista kunnu taka fult undir við. Vit hava í okkara áheitan ikki sagt eitt orð um innihaldið í lógaruppskotinum, bert peikað á tað, sum flestu pensjónistar høvdu væntað, at sjúkrakassagjaldið skuldi fella burtur í seinasta lagi komandi ár. Nú verður tað hjá nógvum hægri enn tað var áður.
Landsfelag Pensjónista hevur havt eitt gott samarbeiði við teg, Hans Pauli, og okkara fatan hevur verið, at tú í nógvum førum hevur tikið undir við og stuðlað okkara sjónarmiðum. Niðurgerðingin av Landsfelagnum í grein tíni harmar meg almikið, tí nevndin í Landsfelagnum hevur seinastu árini miðvíst roynt at gera seg galdandi í samfelagnum og fáa ávirkan á politiska økinum til frama fyri pensjónistarnar, og tá hava vit hugsað eina mest um teir pensjónistar, sum eru ringast fyri, og tað er eisini tað, sum tú hevur roynt í tínum politiska arbeiði.
Skála 29.10.09