Bjarti Mohr
býráðslimur, Fólkaflokkurin
Táið vit skriva Tórshavn fyrst og fremst merkir hetta Tórshavnar Kommuna fyrst og fremst ein góð kommuna fyri øll. Allir býráðs-limir taka arbeiði í fullum álvara og virka fyri at tað arbeiði sum skal gerast fevnir um alla kommununa sum hon er og sum hon verður eftir 1 januar 2005.
Men rætt er tað at "Tórshavn fyrst og fremst" kann uppfatast á ymiskan hátt og var hetta eisini til umrøðu undan valstríðnum. Men ikki mást tú óttast fyri at nakar partur av kommununi verður settur uttanfyri. Øll mál vera viðgjørd í fullum álvara og á ein samvitskufullan hátt, hetta uttan mun til hvønn part av kommun-uni talan er um.
Tað sum vit vilja er, at vit hava eina góða og sterka kommunu fyri allar borg-arar at liva og virka í.