Góði námsfrøðingur, hvar var eg, uttan teg?

Góði námsfrøðingur

Hvar var eg, uttan teg?

Uttan teg slapp eg ikki til arbeiðis. Var eg ikki til arbeiðis, var eingin fysioterapeutur, at taka sær av børnum, sum eru førleikaskerd.

Var eg ikki til arbeiðis, so kundi eg ikki keypa mær eitt heim, mat og tað sum eg annars havi tørv á. Eg kundi gingi heima hjá mínum børnum og verið um tey, sum eg hevði ynskt eg onkutíð kundi, men eg havi ein tørv á, at vita, at eg forvinni mær pening, so eg kann klára mítt egna húsarhald.

Eg havi eisini tørv á, at kenna meg javna fíggjarlaga í okkara paralagi. Eg ynski ikki, at fara aftur í tíðina, har maðurin átti valdið í húsinum, tí hann kom við pengunum.

Uttan teg var barnið hjá mær ikki í tryggum hondum, tá eg var til arbeiðis.

Uttan teg var tað upp til tann einstaka, at finna fram til hvat er gott fyri børn.

Uttan teg var kanska enn vanligt, at sláa ella rópa eftir børnum. Kanska eingin hevði funnið útav, hvat hendi við børnum, sum vóru so illa viðfarin.

Uttan teg fann eg ikki útav at mítt egna barn hevur evnir, sum eg ongantíð havi avroynt.

Uttan teg fekk barn mítt kanska ongan annan vaksnan, at knýta seg til.

Uttan teg og tínum starvsfeløgum var samfelagið lamið, sum vit sóu tá tit vóru í verkfalli.

So ivast ikki. Samfelagið riggar ikki uttan tykkum. Har er eingin at bjarga lív, at byggja vegir og eingin at klippa hár, um ikki tit eru til arbeiðis.

Okkum tørvar tykkum og tit hava uppiborið virðing og betri arbeiðsumstøður. Tit arbeiða dag út og dag inn í umstøðum, sum fá vilja finna seg í. Tit gera tað, tí tit vilja fakið, tit vilja børnini og tit vilja hjálpa í samfelagnum. Tit gera tað gott!

Nú er upp til býráðið, at gera tað gott hjá tykkum.

Betri normering!

Betur tíð til fyrireiking og eftirmeting!

Betur tíð til barnið!

Fleiri stovnar!

Ja, tað fer at kosta, men vit hava ikki ráð, at lata verða. Rætt og slætt.

Katrin Jacobæus,

valevni í Tórshavnar kommunu, fyri Tjóðveldi