Fyri fyrstu ferð verða norðurlendskir dagar í Litava í summar. Teir vera í høvuðs-staðnum Vilnius frá 30. juni til 8.juli. Á skránni eru tónleikur og dansur, framsýningar og ráðstevnur, millum annað um samstarv millum Litava og Norðurlond. Litavisk mentan og søga eru annars høvuðsevnið á skránni.
Um somu tíð er 750 ára haldið í sambandi við, at Mindaugas kongur varð krýndur í 1253, og grundarlagið lagt undir litaviska statinum..
Limir í norrønu feløg-un-um eru vælkomnir til norð-urlendsku dagarnar í Vilnius. Luttøkugjaldið er 120 evrur fyri tey, sum tekna seg og gjalda fyri tann 20. juni. Eftir 20. juni er gjaldið 150 evrur. Harafturat koma 15 evrur um dagin fyri tiltøkini, sum verða fyriskipað. Gistingin kostar úr 77 evrum um samdøgrið. Og so kemur ferðin aftur og fram afturat. Tilfar um norðurlendsku dagarnar í Vilnius fæst hjá Norrøna Felagnum í Føroyum.
Baltalondini hava stóran hug at vera við í norðurlendska samstarvinum. Norrøna felagið í Litava, Norden Lietuva, varð stovnað í 1997.