Viðareiði: Øll rúmini á Hotel Norð er upptikin við luttakarum á hesi landsleiðarastevnuni.
Stevnan hevur bert vart í fáar tímar, men øll 71 tykjast vera sera íðin í tjakinum. Líkt er til, at øll vilja fáa nakað burtur úr og at øll vilja seta sín dám á tjakið.
Høvuðsevnið á stevnuni er, um hesir leiðararnir skulu skipa seg í egið felag. Hetta er eitt evni, sum hugtekur tey øll.
- Eg haldi, at vit skulu arbeiða fram ímóti eini góðari leiðaraútbúgving, sigur ein av luttakarunum í bólkinum, sum situr úti í gongini.
Ein annar er ikki samdur við hesum, tí tað fer helst at taka alt ov langa tíð, áðrenn ein kann koma so langt við hesum. Handlast má her og nú.
- Eg veit, sigur ein triði limur í hesum bólkinum. Hygg, hví gera vit ikki bara eitt upplegg til eitt slíkt leiðaraskeið!
Hetta eru hini við uppá beinanvegin, og so koma tey góðu hugskotini fram á borðið, eitt fyri og annað eftir.
Semja er tó um, at fyrsta treytin er at ein definerar, hvat ein góður leiðari er.
- Lat okkum skriva alt niður. Hvar er pappírið?
Og so er tey í gongd við hesa stóru ætlanina.
Egið felag
Henda landsleiðarastevnan á Hotel Norð byrjaði í gjáramorgunin og endar seinnapartin í dag.
At tørvurin er stórur á slíkari stevnu ber stóra talið av luttakarum prógv um. Tá Norðoyabólkurin, sum skipar fyri stevnuni, taldi upp, vóru ikki færri enn 71 leiðarar úr øllum landinum teknaðir.
Stevnan er líkasum eitt framhald av teimum stevnunum, sum hava verið trý tey undanfarnu árini. Byrjað varð við at tosa um leiðsluhættir. Í fjør var tosað um dagstovnalógina, meðan høvuðsevnið í ár er spurningurin um leiðararnir skulu skipa seg í felag.
Hetta er samstundis fyrsta ferðin at ein slík stevna verður hildin uttanfyri høvuðsstaðin. Undirtøkan var so stór, at neyðugt var hjá fyrireikarunum at brúka øll kømrini á hotellinum og at leiga fýra hús í bygdini til luttakararnar. Skeiðhaldari í ár er Jan Willemoes.
Umframt sjálva ráðstevnuna eru eisini onnur innsløg á skránni. Ráðstevnan byrjaði annars við at formaðurin í Pedagogfelagnum, Jarvin F. Hansen kom norður at greiða frá tí aktuella málinum viðvíkjandi grein 5 í dagstovnalógini.
Tey skuldu annars á ein gongutúr, vitja kirkjuna og prestagarðin, og í gjárkvøldið kom næststuttligasti maður í Føroyum, Hans Hjalti Skaale á vitjan.
Kl. 16 í dag fara so teir 71 luttakararnir aftur til húsa.