Góðir útróðrardagar hjá klaksvíksbátum

Fiskivinna

Útróðrarbátarnir, Líðhamar og Reynsmúli í Klaksvík, hava landað á Kósini bæði í dag og í gjár.

Í gjár hevði Líðhamar 10.000 pund, og í dag høvdu teir 9.000 pund.

Somu dagar hevur Reynsmúli havt umleið 5.500 pund hvønn dagin.

Á landingarmiðstøðini í Klaksvík sigur Pól Fuglø, landingarformaður, at slagið hjá Líðhamri og Reynsmúla er hvítingur og hýsa, harav umleið tveir triðingar er hvítingur.

Mánadagin landaði línuskipið Jákup B stívliga 43.000 pund í Klaksvík, og í morgun landaði línuskipið Kvikk 45.000 pund.

Størsta landingin av línufiski í Klaksvík hesa vikuna hevur Fugltúgvan, sum væntandi landar 100.000 pund í morgin.

Meðan slagið hjá Jákupi B serliga var hvítingur og hýsa, er meginparturin av veiðini hjá Fugltúgvuni brosma og longa.

Eisini trolfiskur

Mánadagin landaði eisini trolbáturin Varðin í Klaksvík. Teir høvdu stívliga 29.000 pund.

Í morgin landa ísfiskatrolararnir, Safir og Smaragd, sum Kristian Martin Rasmussen og synir hansara eiga.

Teir vænta, at kørini verða full, tá túrur er lokin.