GÍ spældi í gjárkvøldið fyrra dystin ímóti Ventspils í UEFA Cup kappingini. Dysturin varð spældur í Letlandi, og tað eydnaðist gøtumonnum at fáa eitt gott úrslit við sær heimaftur.
Ventspils tapti dystin 2-1, men GÍ hevur nú møguleikan at spæla seg víðari við einum lítlum sigri á heimavølli. Vinnur GÍ heimadystin 1-0, so kemur liðið víðari eftir regluni um útivallarmál.
Væl inn í seinna hálvleik var støðan í dystinum 1-1, men so sló tann langi Ndeki aftur til og skoraði sítt seinna mál í dystinum.
Hann hevði eisini lagt Ventspils á odda, tá ið 24 minuttir vóru spældir, og tað var mest sum vónleyst hjá GÍ-spælarunum at halda tí myrka álopsspælaranum, sum mundi verða úti við tveir metrar høgur.
Flott mál
GÍ fótaði sær eftir málið hjá Ventspils, og longu fimm minuttir seinni javnaði Símun Louis Jacobsen. Hann dró sjálvur fram í høgru og eitt sindur inn á vøllin, áðrenn hann smekkaði til í netið. Málið var sera gott.
Í hálvleikinum var støðan 1-1, og hetta var eisini støðan til 66 minuttir vóru spældir. Tá skoraði Ndeki aftur.
Ventspils hevði meira spæl allan dystin, og teir løgdu fyri við einum øgiligum trýsti á GÍ. Fyri nøkrum árum síðani vann Ventspils heili 8-0 á B68, og teir høvdu kanska ætlanir um at taka enn eitt føroyskt lið á bóli. Tað eydnaðist ikki heilt, og GÍ fótaði sær eftir eina trupla byrjan.
Í seinna hálvleiki hevði Ventspils eisini meira spæl. Tað var krevjandi hjá føroysku spælarunum at stríðast í tí nógva hitanum, og í seint í dystin spældi GÍ við 10 monnum, tí Magni Jarnskor fekk reytt kort fyri hevnisøku.
Men GÍ kom á mál við einum góðum úrsliti, sum skapar spenning um seinna dystin, ið verður spældur á Svangaskarði hósdagin 27. juli.
Fakta
Ventspils-GÍ 2-1 (1-1)
UEFA Cup, 1. innleiðandi umfar, fyrri dystur
1-0: Ndeki, 24.
1-1: Símun Louis Jacobsen, 29.
2-1: Ndeki, 66.
GÍ: Geza Turi Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Kaj Ennigarð, Magni Jarnskor Símun Louis Jacobsen (Sverri Jacobsen), Pól Ennigarð, Sámal Joensen, Hanus Jacobsen (Erling Jacobsen) Gunnar Nielsen Pól Arni Jacobsen (Áslakur R. Petersen)