Góðkent úrslit

Føroyar endaðu nr. 75 av 130 londum í talvolympiaduni. Hetta varð tólv pláss omanfyri styrkismetingina

Talv

Hóast avboð frá okkara sterkastu telvarum, megnaði føroyska talvlandsliðið at fáa eitt tað besta OL-úrslit nakrantíð. Metið er frá Moskva í 1994, tá liðið savnaði heili 29,5 stig inn.
Høvuðsmálið undan kappingina varð at fáa 50% skoru, tvs. 28 stig. Hetta gekk tíverri júst ikki, men 27,5 stig er sanniliga eitt góðkent úrslit.
Martin Poulsen reisti seg móti endanum av kappingini og fekk hann eitt hampiligum úrslit. Sjálvur var hann ikki heilt nøgdur, men hugsa vit um mótstøðuna hann fekk, var úrsliti á góðari leið.
Kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen fekk í roynd og veru sítt gjøgnumbrot á Mallorka. IM-normurin sum spøkti og stigini hann skolaði inn fyri liðið, prógva virðið í 21 ára gamla føroyameistaranum frá 2002. Hans Kristian tapti bert eitt talv.
Olaf Berg, ið mannaði 3. borð, hevði tyngsta róðurin. Sjey tap á hansara fyrstu olympiadu er ikki júst ein ynskibyrjan. Sigast skal tó, at Olaf møtti sera sterka mótstøðu í seks av hansara níggju talvum, umframt at hann seks ferðir leikti við svarta fólkinum. Sum hann sjálvur segði miðskeiðis undir OL, so var hetta einfalt ikki hansara kapping.

Mr. Olympic
Stigslúkarin á liðnum hesuferð var aftur John Rødgaard. Hetta var tann tíggjunda olympiadan hjá John. Fyrsta talvið hann telvaði fyri Føroyar var javnleikurin móti Boris Spassky í fyrsta umfarinum av OL 1984.
Fyri fyrstu ferð mannaði John eitt lægri borð enn 1-2. borð og relativt veika mótstøðan, í mun til undanfarin ár, gagnaðist honum óføra væl. Bæði hann og Hans Kristian vinna sær væl av rating og hava nú omanfyri 2300 í føroyskari rating.
Eftir síni fyrstu trý talv, hevði Eyðun Nolsøe vunnið sær tvey stig, við eitt nú at vinna á sterkum telvara við 2452 ratingstigum. Síðani kom lítil turkur, ið ikki gav honum mong stig. Hóast Eyðun sjálvur var ónøgdur, er úrslit hansara okey.
Sjálvur eri eg hampiliga nøgdur við mítt úrslit. 50% skora sigst altíð at verða gott sum føroyskur OL-telvari, men telvingin kundi tó verið meira støðug.
Venjarin, Sergey Kayumov úr Usbekistan, var okkum ein góð hjálp. Serliga tá talan var um íblástur og eftirmetingar av talvunum.
Ukraina steðgaði sigursrøðini hjá Russlandi/Sovjet, sum síðani 1978 hevur vunnið OL. Hin 36´inda talvolympiadan er av og leiðin gongur til Turin, Italia, í 2006 og síðani til Dresden, Týskland í 2008.


Einkultúrslitini
Martin Poulsen 4,0/11(37%)
Hans Kristian Simonsen 7,5/12(63%)
Olaf Berg 2,0/9(22%)
John Rødgaard 8,5/12(71%)
Eyðun Nolsøe 3,0/7(43%)
Carl Eli N. Samuelsen2,5/5(50%)
Føroyar tilsamans27,5/56 (49%)


Endaliga støðan
1 Ukraina 39,5
2 Russland 36,5
3 Armenia 36,5
4 USA 35,0
5 Ísrael 34,5
6 India 34,0
7 Kuba33,5
8 Holland33,0
9 Bulgaria32,5
10 Spania32,5
?
28 Danmark 31,5
39 Norra 30,5
45 Svøríki 29,5
47 Ísland 29,5
49 Finnland 29,5
75 Føroyar 27,5

Kvinnurnar
1 Kina31,0
2 USA28,0
3 Russland27,5

HT-vikuskiftiskapping 29-31. oktobur
1 Arnbjørn Ó. Dalsgarð 5,0/5
2 Margar Berg 3,5
3-4 Jaspur T. Gaard 3,0
3-4 Bjørn E. Thomsen 3,0
5-8 Bardo Rios 2,0
5-8 Heiðrikkur Jacobsen 2,0
5-8 Jaspur Enghamar 2,0
5-8 Hjalti Jógvansson 2,0
9 Hálvdan Dalsgaard 1,5

Mynd: John Rødgaard