G! økir um gistingarmøguleikar

Festivalurin í Syðrugøtu,G! festivalurin, økir um útboðið av gisting í ár.

 

Sum nakað nýtt ber eisini til í ár at gista í skúlanum við Gøtugjógv, og harafturat ber til at bíleggja sær pláss til bátin við keiina í Syðrugøtu. Hesar tænastur leggjast afturat teimum, ið finnast framanundan, sum eru tjalding, kampingvognaøkið og familjutjalding.

 

- Vit vilja gjarna geva teimum ein møguleika, sum vilja hava eitt sindur meira komfort, enn tjaldingin kann bjóða, ella sum kanska ikki hava hug til 24 tímar veitslu á tjaldingarøkinum. Nú fáa familjur og onnur, sum ynskja eitt alternativ eisini ein møguleika, siga fyrireikararnir og leggja afturat, at tjaldingin plagar at verða útseld og somuleiðis var kampingvognaøkið útselt í fjør. Sostatt er stórur tørvur á gisting á festivalinum.

 

G! Festivalurin er í ár í døgunum 18., 19. og 20. juli.