Fótbóltur
Tað er rættiligur stígur komin í fótbóltslívið á Skála. Áhugin er framvegis stórur, men dagsskráin er ein heilt onnur nú, enn hon hevur verið tey bæði undanfarnu árini. Tá hevur tað snúð seg um at stríðast um heiðursmerkini og meistaraskapin. Nú snýr tað seg um at sleppa úr niðurflytingar siropinum.
Undanfarnu árini hava teir á Skála mest sum hvørja ferð verið í stinnastu útgávu. Nú eru teir orsaka av skaðum og leikbannum noyddir langt út á bonkarendan fyri at finna fólk til teir fyrstu ellivu. Serliga meint er tað, at fleiri av stuðulsspælarunum teljast millum teir, ið sita uttanfyri við skaða.
Í Gøtu er søgan tann mótsatta av tí, sum hon var í fjør. Tá vóru tað teir, sum vóru á veg í næstbestu deildina, tá vóru tað teir, sum aftur og aftur vóru noyddir at broyta liðið, og tá var tað ikki fyrrenn í síðsta bríkslinum í síðsta umfarinum tá ið teir vóru á Skála at tað eydnaðist at bjarga rættinum at halda fram í fremstu røð.
Nú gongur sum eftir ánni hjá gøtumonnum. Hugburðurin er fínur, teir hava mest sum alt fólkið tókt so at siga hvørja einastu ferð, teir halda tætt í verjupartinum, og teir fáa málini, sum gera tað so nógv lættari at spæla.
Hesa ferð løgdu teir seg á odda við brotssparki beinanvegin. Dómarin metti, at hondin hjá miðverjanum Milan Curcic hevði spælt bóltin, og Gunnar Nielsen, sum var einsamallur á GÍ toppinum og var eitt sindur stuðlaður av Sámali Joensen, var tryggur úr ellivu metrum.
Tað gekk javnt á í 1. hálvleiki, tá ið Bogi Gregersen hevði bestu Skála royndina eftir horna, men gøtumenn bjargaðu stútaranum á málstrikuni. Tað var bara GÍ, sum fekk mál. Smáar tíggju minuttir undan hvíldini var uppspælið í høgru. Áslakur R. Petersen legði innfyri, og Hanus Jacobsen, sum hevur sera góða nøs fyri málmøguleikum, kom inn frá vinstru og smekkaði í kassan.
Skála fann stílin
Eftir steðgin var mótbrekkan hjá heimaliðnum á Skála tung. Teir vóru aftanfyri 2-0, og fyrstu løtuna bendi ikki so nógv á, at tað skuldi eydnast at koma afturíaftur. Sum hálvleikurin leið hevði GÍ ivaleyst var tað ótilvitað alt størri hug at hugsa um verjupartin, og harvið gekk nógv fyri seg á teirra hálvu.
Skálamenn umskipaðu eitt sindur, og teir fingu betri fatur á samanspælinum. Eftir ein tíma fingu teir brotsspark. Kanska var tað dømt fyri at halda í brotsteiginum. Bogi Gregersen umsetti til fulnar, og so var spurningurin, um tað skuldi eydnast Skála at fáa stig, ella um GÍ skuldi fara við øllum.
Skála hevði ilt við at spæla seg til upplagdar møguleikar. Bestu royndina átti Poul N. Poulsen, tá ið hann sendi skot úti frá og upp um málið.
Tólv minuttir undan leikloki varð Pætur Dam Jacobsen vístur av vøllinum, tá ið hann fyri aðru ferð hevði sæð gult, og so var lættari hjá GÍ at halda tørn.
Pauli G. Hansen var á Skála beinkinum hesa ferð. Hann er kortini ikki heilt fullførur enn. Men á Skála siga teir seg hava vónir fyri, at bæði Pauli og Borgar Kristiansen um ikki so langa tíð aftur fara at verða førir fyri at venja við fullari ferð og harvið at spæla. Hvussu tað verður við tveimum øðrum skaddum lyklaspælarum Alexandur Johansen og Jónhardi Frederiksberg er framvegis í tí óvissa.