G! koyrdi sum smurt fyrsta dagin

Fyrsti dagur á G! er um at vera av. Hóast ávísar avbjóðingar hava verið orsaka av tarnaðu flogferðsluni, so kann ikki sigast annað enn, at hetta var ein góð byrjan fyri festivalin. Hósdagurin á G! er ofta tann lakasti av døgunum, tá tað kemur til festivalgestir, men her íddi av fólki longu fyrsta dagin.

Veðrið hevur verið frálíkt, hóast onkrir smádropar hava hótt. Men ælini komu ongantíð. Tað hevur verið sera lýtt mestsum allan dagin, og lýkkan helt eisini seint í kvøld. Sagt verður frá enn betri veðri næstu dagarnar, so helst kunnu væntast enn fleiri festivalgestir hinar báðar dagarnar eisini.

Danski bólkurin Reptile Youth skuldi hava sína framførslu kl. 20.40, men flogfarið, teir vóru í, lendi ikki. Av tí, at bólkurin skuldi víðari til eina aðra framførslu fríggjadag, kundi konsertin ikki útsetast. Tískil var framførsla teirra á G! avlýst. Hetta var tíbetur einasta avlýsingin í dag.

Men G! fyrireikararnir høvdu onnur góð kort á hondini. Ístaðin fyri Reptile Youth traðkaði føroyski Elvis-punk-bólkurin 200 á pallin, og hetta tyktiskt vera ein væl umtóktur annar møguleiki millum áhoyrararnar. Ein rættiliga væl upplagdur - og við egnum orðum - "peppaður" forsangari, Niels Arge Galán, undirhelt áhoyrarunum. Bólkurin strálaði av spæligleði, og ein trúgvur fjepparaskari gjørdi um seg beint frammanfyri pallin, sum rættir punkfjepparar eiga.

Føroyski Budam, a.k.a. Búi Dam, hevði eina serstaka framførslu á Torginum. Ætlandi skuldi hann vera einsamallur á palli, men á vegnum oman á Torgið hálaði hann teir báðar Una Debess og Janus á Húsagarði við sær uppá pallin, har teir ávikavist spældu guitar og trummu. Hetta gjørdist tí ein rættiliga spontan framførsla. Tíverri hóttu hátalararnir við at ýla nakað oftani, og tað var framførslan merkt av. Men áhoyrararnir vóru kortini glaðir, tí Búi hevur jú ein serligan, hugfangandi verimáta á palli. Hann er ikki sjónleikari fyri einki. Búi sang m.a. a'capella og fekk allar áhoyrararnar til at syngja við og venda sær burtur frá pallinum og syngja út móti havinum til Birgir Enni, skiparan úti á Norðlýsinum, sum lá fyri akker á Gøtuvík.

Í kvøld var tað tó serliga føroyska elektroniska poppduettin Byrta, sum dróg nógv fólk niðan á Spæliplássið. So nógv, at har kom rættur fløskuhálsur í, tí í ár eru onkur øki afturlatin, sum fyrr hava verið opin fyri festivalgestirnar. Hetta merkir, at ferðslan av fólki var noydd at fara eftir einum ávísum smølum geira, so har kom proppur í. Men bíðitíðin var tað verd, tí Byrta høvdu eina frálíka framførslu. Tey fingu beinanvegin áhoyrararnar væl við sær frá byrjan, m.a. tí tey traðkaðu inn á pallin ílatin risastór dukkuhøvd, ið tóku áhoyrararnar á bóli. Ljóðið kundi tó verið betri, serliga á sangrøddunum, sum manglaðu nakað av botni og druknaðu eitt sindur í tónleikinum, men Byrta og hini, sum vóru á pallinum saman við teimum, megnaðu at bjarga framførsluni við eini sera ágrýtnari, sterkari og lívligari framførslu. Tey hava veruliga megnað at hugtikið fólk við sínum tónleiki, eisini her á G!

Lýggja veðrið tykist at verið komið eitt sindur óvart á hjá summum, sum høvdu latið seg ov væl í.

-Eg sveitti um allan kroppin! segði ein av festivalgestunum niðri á sandinum, tá hon stóð dandandi og lurtaði eftir framførsluni hjá svensku Alina Devecerski. -Eg ætlaði at lata meg úr, og so leypa beint á sjógv, tí eg var so heit, men ein av vaktunum steðgaði mær. Hann segði, at tað var vorðið ov myrkt, og so kunnu teir ikki taka ábyrgd av, at fólk liggja og svimja á sjónum. Okay, segði eg. Tað er gott, at tit ansa so væl eftir, men halt kipp ikki... eg havi ongantíð upplivað at vera so heit so seint á kvøldi ein G! festival, og eg havi verið á næstan øllum G! festivalunum, sum hava verið.

Í næstu løtu vendi sami gestur sær við, tí júst tá kom niðurlagið, og so mátti skrálast við uppá stóra hittið hjá Alinu "Flytta-flytta-flytta-flytta-flytta... Du måste flytta på deg". So gott sum øll áhoyrarafjøldin skrálaði við og hoppaði upp og niður til kenda lagið hjá Alinu.

Eingin ivi er um, at góður stemningur hevur verið sum heild henda fyrsta dagin á G!, og at fólk hava verið í veitsluhýri. Eisini hevur ein fingið ein varhuga av, at alt tað praktiska tykist rættiliga væl fyriskipað, og tað hevur kenst fjálgt og trygt at ferðast á økinum.

Tó vóru løtur, sum vóru minni dámligar - sum t.d. tá Alina varð liðug við at syngja stórhittið "Du måste flytta på deg". Tá hvarv næstan helvtin av áhoyrarunum av sandinum alt í einum. Tey høvdu opinberiliga fingið tað, tey komu eftir, og so tímdu tey ikki meir og rýmdu. Tá lat í einum dana: - Nej, det er s'gu dårlig stil!

Tíbetur vóru tó nógvir áhoyrarar verandi eftir og lurtaðu eftir hinum løgunum hjá Alinu. Hóast onkur helt, at tey flestu av løgunum líktust endurtøkum av stóra hittinum, so var ikki nakar fingur sum so at seta á framførsluna hjá Alinu og bólki hennara. Tey "leveraðu vøruna". Alina sjálv segði seg vera serstakliga imponeraða og hugtikna av føroysku náttúruni og av tí vakra umhvørvinum, sum G! festivalurin fer fram í, og hon var takksom fyri at hava fingið møguleikan fyri at koma og spæla á festivalinum. Hon vónaði at kunna koma aftur, segði hon. Og áhoyrararnir svaraðu aftur við fagnaðarrópum.

Jú, alt í alt má sigast, at G! fyrireikararnir kunnu vera rættiliga væl nøgdir við, hvussu hesin fyrsti festivaldagurin lagaði seg.