- Hetta er størsta heilivágsgøla í nýggjari tíð, sigur granskari, skrivar Business-line.fo
Granskarin og fráfarni serlæknin, Uffe Ravnskov, hevur búkt meira enn 20 ár til at granska kolesterol-trupulleikan. Hann er partur í einum altjóða granskingarsamstarvi, ið ikki góðtekur ta viðgerð, ið givin verður sjúklingum móti ov høgum kolesteroli í blóðinum.
Bólkurin kallar seg “Thincs - The International network of Cholesterol Skeptics”.
Fólk við lágum kolesteroltali gerast akkurát líka æðraforkálkað sum fólk við høgum tali. Tvær amerikanskar kanningar frá 2009 vísa, at kolesteroltalið hjá innlagdum sjúklingum við brádligum hjartatilburði, var lægri enn miðal.
Viðgerðin kann í nøkrum førum gera gagn, men tað stavar helst frá øðrum, enn lækking í kolesteroltalinum. Undir øllum umstøðum er gagnið sera lítið og bara galdandi fyri ungar og miðaldrandi menn, als ikki fyri kvinnur og eldri fólk.
Heilivágur móti kolesteroli kann hava álvarslig hjáárin. Nevnast kunnu skaðar í vøddum, livir, nýrum, krabbamein og impotens, og aðrar mentalar trupulleikar sum td. minnistap, tunglyndi og trupulleikar við svøvni.
Ein ensk kanning frá 2010 millum 200.000 frískar sjúklingar sum fingu heilivág móti kolesteroli vísti, at talið av hjáárinum var nærum tvífalt so høgt sum talið av blóðtøppum, sum heilivágurin verður tikin ímóti.
Tað, sum kemur mest óvæntað, sigur Uffe Ravnskov, er, at tað finnast meira enn 20 ymiskar kanningar ið vísa, at eldri fólk við høgum kolesteroltali liva longst. Hesum hevur enn ongin kunnað mótprógvað!