Amerikanarar er skelkaðir, eftir at tað er komið fram, at nógvir katólskir prestar í býnum Boston hava misnýtt hundraðtals børn og ung. Eftir tí, sum higartil er komið fram, hava umleið 90 prestar hava misnýtt børnini og tey ungu, og hetta hevur staðið við í nógv ár.
Gølan byrjaði, tá blaðið The Boston Globe fór at kanna søguna um prestin John Geoghan, sum herfyri varð dømdur sekur í at hava misnýtt ein tíggju ára gamlan drong fyri góðum tíggju árum síðani. Hann varð eisini skuldsettur fyri at hava misnýtt fleiri onnur børn og ung, men tað eydnaðist kirkjuni at loysa tey málini við at rinda teimum misnýttu og foreldrum teirra meiri enn tíggju milliónir dollarar í endurgjaldi.
Men nú hevur The Boston Globe avdúkað, at ovasti leiðarin í katólsku kirkjuni í USA, kardinalurin Bernard F. Law, var vitandi um, at John Geoghen misnýtti børnini. Law var erkabiskupur í Boston í 18 ár, áðrenn hann gjørdist kardinalur, og í áttati-árunum fekk hann at vita, hvat Geoghen tókst við. Kortini setti erkabiskupurin Geoghen í starv, hvørja ferð hesin ynskti at flyta til onkra aðra kirkju at arbeiða.
Kardinalurin hevur síðani biðið um umbering fyri tað, sum hendi. Sjálvur sigur hann, at hetta var eitt mistak, og hann vissaði samstundis amerikanska fólkið um, at børnini skulu kenna seg trygg saman við teimum prestunum, sum nú virka í katólsku kirkjuni í USA.
Men longu dagin eftir var aftur galið. Tá kom fram, at fyrst tveir og seinni seks virkandi prestar hava gjørt seg inn á børn og ung. Nú krevja mong, at hetta skal fáa avleiðingar fyri leiðsluna í katólsku kirkjuni í USA.