-Tað hevði verið betri fyri USA, hevði Thurmond vunnið forsetavalið í 1948, segði tann komandi republikanski formaðurin í senatinum, Trent Lott, tá hann herfyri var í 100 ára føðingardegi hjá floksfelaganum Strom Thurmond.
Orðini hjá Trent Lott høvdu eina meining. Í 1948 stillaði Strom Thurmond upp til forsetavalið ímóti Harry S. Truman, men tapti. Thurmond var valevni á einum rasistiskum lista í statinum South Carolina, har rasuskilnaðurin millum hvít og svørt varð hildin í hevd. Sum guvernørur í statinum royndi Thurmond at gerast forseti, men tapti.
Tað hevur vakt stóran ans, at tann komandi republikanski formaðurin í senatinum rósar teimum gomli rasistisku hugsjónunum. Tað vakti eisini ans, at Bush forseti, sum var hjástaddur, tá orðini fullu, einki segði, men síðani hevur forsetin roynt at bøta um hetta við at geva sínum komandi senatsformanni eina nøs. Sjálvur hevur Trent Lott eisini roynt at taka orðini aftur.
Men tað er ikki vist, at tað er nóg mikið. Fleiri svartir felagsskapir í USA og demokratiskir andstøðupolitikarar hava mælt Lott til at taka seg úr senatsembætinum, og fjølmiðlarnir liggja heldur ikki á latu síðuni. Teir kanna nú, um senatorurin fyrr hevur úttalað seg á rasistiskan hátt, og tær fyrstu avdúkingarnar eru longu komnar.
Hetta kemur Bush forseta og republikanarunum sera illa við, tí flokkurin hevur júst roynt at útvega sær veljarar millum tey svørtu.