GÍ leingir við Geza Turi

Geza Turi hevur longt sáttmálan við GÍ. 33 ára gamli ungverski málverjin trívist so væl í Gøtu, at hann sá einki til hindurs fyri at leingja sáttmálin hjá sær. Nú hevur GÍ so pappír upp á Geza Turi fram til 2010.

 

Undirskrivingin fór fram í Studio Pegasus í sambandi við sending á Rás 1. Sendingin verður endursend í kvøld millum kl. 19.00 og 21.00, og tá ber til at hoyra samrøðu við Geza Turi og Andrias Poulsen, formanní GÍ.

 

Langsiktaða ætlanin hjá GÍ er at draga Geza Turi inn í málmansvenjingina hjá teimum yngru deildunum.

 

Geza Turi hevur drúgvar royndir frá bestu deildini í Ungarn.