G! leitar eftir nýggjum stjóra

Janus Rasmussen er givin sum stjóri í G! Tí leita fólkini handan festivalin eftir nýggjum stjóra

Janus Rasmussen, sum hevur verið stjóri í G! síðani juni í 2011, er ikki longur høvuðsábyrgdarhavari av festivalinum í Gøtu.

 

- Tað er ikki heilt av leið, er stutta svarið hjá Janusi Rasmussen, tá hann verður spurdur, um tað er rætt skilt, at hann er givin sum stjóri í G!


Spurdur beinleiðis, um tað er nøkur ósemja, sum er orsøkin til, at hann er givin, svarar Janus Rasmussen, at tað er tað ikki.

- Eg eri ikki kendur fyri at klamsa við hurðunum, har eg eri, sigur hann.


Janus Rasmussen sigur, at hann hevur gjørt sína egnu fyritøku innan ráðgevandi virksemi og verkætlanarleiðslu. Tað krevur tíð – og tí hevur hann ikki tíð at vera stjóri í G! longur.


Sigvør Laksá, nevndarformaður, váttar, at tey leita eftir nýggjum stjóra. Hon er burturstødd og í løtuni, og verður ikki í Føroyum aftur fyrr enn um tíggju dagar.

- Men tá taka vit ein nevndarfund, har vit tosa um hetta, sigur hon.