Sunnudagin varð Bergtórur Hjelm Bjarkhamar innsettur í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi.
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar varð prestvígdur av Jógvani Fríðríksson, biskupi, í dómkirkjuni 16. januar. Við hátíðarløtu í Hvalvíkar kirkju, skipaði dómprósturin, Uni Næs, nýggja sóknarprestin í embætið, og Bergtórur prædikaði yvir dagsins tekst.
Hvalvíkar kirkja var fullsett, og 12 prestar vóru komnir at heilsa uppá og stuðla nýggja sóknarprestinum á fyrsta arbeiðsdegi hansara.
Fólk úr Musikkskúlanum og Kingo-kórið í Tjørnuvík settu sín serliga dám á løtuna í kirkjuni við tónleiki og sangi.
Eftir gudstænastuna var kirkju- og bygdafólkið boðið í missiónshúsið til ein drekkamunn, har fleiri talur vórðu hildnir fyri nýggju prestafólkunum. Um kvøldið var opið hús í prestagarðinum.