Góð miðling skal heiðrast

Nú skal tann føroyingurin, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum, heiðrast. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.

Persónurin, sum fær heiðurslønina, kann vera granskari, miðalfólk ella annar, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

Almenn og skipað miðling av granskingarúrslitum er sera týdningarmikil fyri okkara fatan av gransking og av nyttuni, sum granskingin hevur fyri okkara gerandisdag.

Granskarar vera oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin. Tí er eisini neyðugt at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Tað er ikki altíð lætt, tá evnir ofta eru bæði umfatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar til at miðla alment.

Granskingarráðið bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2012. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Eisini skal avrit av greinini, bókini, filminum, ljóðupptøkuni ella líknandi leggjast við uppskotinum. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar í staðin.

Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Her er neyvari lýst, hvat dómsnevndin fer at leggja dent á. Vinnarin verður kosin á Vísindavøkuni 2012, fríggjakvøldið 28. september.

Seinasta freist at senda uppskot inn, um hvør skal móttaka heiðurin, er 10. september 2012.