Í morgun frættust tey tungu boð, at fjørðurin var rógvin hjá Haldgrími Gregersen. Skjótt er Harranum um, tí líka til seinasta andadrátt var hann fregin og áhugaður í øllum sum fyrifórst í kringumstøðunum heima og úti. Haldgrím var kendur maður í Føroyum og uttanlands. Umframt síni borgarligu yrki so nýtti hann alla sína frítíð, í áratiggir, til frama fyri ungdómin og felagslívið, tá ið hann legði tað framúr góða støði undir ítróttarlívið í Gøtu. Hann var Mr. GÍ, hesum ivaðist ongin í, og sum slíkur tænti hann felagnum, og leiddi ungdómarnar í bygdunum upp á hægstu ítróttatindar landsins. Myndin av Haldgrími, í reyðari føroyskari húgvu á pallinum í Geneve, sum mundi verða varpað út um dastið av stóra kontinentinum, tá ið kastast skuldi lutur um, hvussu felag hansara skuldi plaserast í europeisku kappingini, eftir at GÍ var vorðið føroyameistari tað eina árið, sigur ikki so lítið. Maðurin stóð har sum ein ljóslivandi varði um, at bjørt mál, samtaksmáttur og burðardyggar visiónir kunnu røkka óvanliga langt. Hann umboðaði bara 1000 fólk í europeiska fólkahavinum, men í honum búði bæði bygdamaðurin og kosmopolitturin Haldgrím Gregersen.
Haldgrím var syðrugøtumaður í báðar leggir. Hann var borin í heim og vaks upp ímillum áirnar. Mamman Maria var uttan av Rætt og hin navnframi Martinus í Inniguttastovu var pápi hansara. Hann sat við Guttastovufestinum. Haldgrím tók við festinum, tá ið Martinus var farin, og hevur verið íðin bóndi øll árini. Hansara megi, hugsjónir og mál rukku tó til so mangt annað. Fyri honum var lívið eitt eldhav, ella eitt eldorado, av avbjóðingum og møguleikum. Tí sáttaðist hann ikki einans við at reka eitt lítið kongsfesti, og soleiðis gjørdist idealisturin og filantropurin í honum ein ovurmikil gáva til Gøturnar.
Tríggjar vikur eftir at hann var farin úr tí tiltikna góða skúlanum í Gøtu, valdi Haldgrím at royna sjólívið. Hann var til skips í fimm ár. Hann var við Føroyingi, sum Óla Hans Olsen í Syðrugøtu førdi og Dánial Jákup í Skipshandlinum átti. Hetta var við snøri og í sjálvdrátti. Við sama skipara var hann í Grønlandi við Tinganesi. Partafelagið Norðlýsið átti, og Niels Juel Arge var útgerðarmaður. Felagið átti eisini Glyvursnes. Hendan trímastraða skonnartin sigldi við koli, sementi og øðrum brúksvørum millum Føroyar og Danmark. Bernhard Arge var skipari, og í tveir vetrar var Haldgrím við henni. Hann plagdi at taka til, at hetta var óførur lærdómur og mest sum átókt tí, at vera í strangari hernaðartænastu. Haldgrím var eisini við Svínoynni, sum bygdamaðurin Jóhannes Husgaard førdi. Hugurin var góður til hetta lívið, og hann kundi hugsað sær at hildið fram, men lívið lagaði tað øðrvísi.
Haldgrím kom at uppliva ta stóru broytingina og menningina, sum fiskivinnuni á sjógvi og landi var fyri eftir stríðsárini. Gøtumenn lógu sum so mangan í broddi fylkingar, og vóru skjótir á takinum, tá ið fiskivinnan á landi av álvara varð industrialiserað. Haldgrím gjørdist partur av hesum, tá ið framburðssinnaði skyldmaður hansara Jóan Pauli Gregesen heitti á hann, um at gerast arbeiðsformaður í vaksandi virkseminum, sum hann stóð á odda fyri. Í 32 ár røkti hann hesa ódnina saman við Sverra hjá Havna-Jákupi, sála, ið hann hevði eitt frágera gott samstarv við øll árini. Virksemið var fjøltáttað, teir arbeiddu fisk, sum fyrstu árini varð breiddur út á helluna og seinri turkaður á nýmótans turkaríi, teir arbeiddu sild, sum varð saltað í tunnur og eisini brædd til mjøl, og gøtumenn vóru millum teir fyrstu sum fóru undir at skera og frysta flak til útflutning. Tað skuldi ein girðin, agin, hugagóður og gløggur maður til at fara lagaliga ígjøgnum allar broytingarnar úr Fiskavirkinum og Fiskamjøl yvir á Harenga.
Tá ið ítróttarhøllin á Kambsdali varð tikin í nýtslu í 1983 gjørdist Haldgrím umsjónarmaður, og í tí starvinum var hann, haðartil hann legði frá sær fyri aldur. Í trúðarlívinum var kirkjan hansara hornasteinur og sanni heimstaður, hann hevði eina siðvanda fatan um átrúnaðarspurningar og í seytjan ár dugnaði hann sóknarbørnunum og Gøtu kirkju við sínum sterka felagsanda í kirkjuráðnum.
Uttanfyri heimbygdina og fiskivinnu- og bóndahøpið er Haldgrím Gregersen mest kendur fyri sín ómetaliga og óboyggjandi áhuga fyri ítrótti. Hann var ein av teimum, sum var við, tá ið GÍ varð endurstovnað í 1954. Fyrstu árini fekst felagið mest við kappróður, og gøtugentur høvdu í fleiri ár eina glæsiliga tíð við Skurðanum og í fleiri ár gekst heilt væl hjá áttamannafarinum Tróndi í Gøtu. Haldgrím díkti á manningarnar og var støðugur á dráttinum, tá ið bátarnir vóru flotaðir og drignir aftur fyri kvøldið. Tá ið skift varð út í Gøtu í 1947, løgdu gøtufólk eitt øki burturav til ítrótt í Sarpugerði, sum fløtan varð rópt upprunaliga. Í 1965 var nýggi vøllurin á økinum tikin í nýtslu, og tað var sannur hátiðardagur í bygdunum. Menn, konur, ungdómar og børn fóru av húsi hendan dagin, tysjandi oman í gerðið, har tey á fyrsta sinni kundu síggja tvey lið í táverandi meistaradeildini leika. HB og B36. Og hóast kappróður og hondbóltur høvdu verið høvuðsítróttagreinarnar hjá felagnum, so flutti GÍ seg nú sum felag alt meira yvir í at gerast eitt fótbóltsfelag at kalla burturav.
Tey fyrstu árini vóru stetlandi hjá GÍ. Á mangan hátt stóðu menn á ground zero. Eysturoyggin var eitt menningarland í fótbóltshøpi, og liðini í oynni fingust mest við at spæla hvørt móti øðrum - í eini sonevndari Eysturoyarkapping. The point of no return í Gøtu í so máta verður oftani hildið vera, tá ið tað eydnaðist Haldgrími o.ø. at fáa íslendingin Gisla úr Vestmannaoyggjunum til Gøtu. Hann var venjari meiðskeiðis í sjeytiárunum og var ein harður hálsur, og so militantur, at Haldgrím mundi fáa accosiatiónir aftur til skipslívið við Glyvursnesi, táið bræsni íslendingurin tuskaði niðan á hægstu tindar kring vánna við evnagóðu dreingjunum. Túrarnir niðan á Ritafjall og Sigatind skuldu tó skjótt geva úrslit. Gøtudreingir vunnu unglingadeildina, tóku dik á seg upp ígjøgum deildirnar, og í 1983 gjørdust teir meistarar á fyrsta sinni. Seinri hava teir vunnið evsta sætið í 1986, 1993, 1994, 1995 og í 1996. Haldgrím hevur ofta tosað um hendan óvanliga framburðin, og plagdi at taka til spurningin hjá Poul Enok, lærara, tá ið hesin um tað mundið, tá ið vøllurin varð tikin í nýtslu, hevði fregnast hjá Haldgrími, um gøtumenn nakrantíð mundu fara at verða líka góðir í fótbólti sum klaksvíkingar. Ein eitt sindur hypotetiskur og tó relevantur spurningur tá, men ongin kundi tá vita um skiftið og menningina hesi mongu árini Haldgrím skuldi gerast skipari á fótbóltsskútuni í Gøtu. Og ongin ivaðist nakrantíð um, at tað var bara ein skipari í GÍ.
GÍ og fótbólturin hava givið Haldgrími og konuni nógvar minnisríkar upplivingar og ikki at gloyma nógvar vinir heima á landi og eisini kring um í Europa, í samband við allar tær altjóða avbjóðingar felagið hevur verið upp ímóti. Fyri at taka eitt av nógvum dømum, mátti tað kennast sum eitt klimaks, sum krúnan á verkinum, sum rómin í dylluni, tá ið tey sótu á Ibrox í Glasgow og sóu GÍ spæla ímóti Rangers. Haldgrím samskifti við fleiri av samstarvsfeløgunum uttanlands til sín doyggjandi dag, og ein av góðu vinum hansara var UEFA-legendan Lennert Johanson.
Haldgrím var heiðraður við gullmerkinum hjá ÍSF, og í fótbóltssambandinum var hann kendur fyri at siga sína hjartans meining, tá ið tað var neyðugt. Fjølskylduni so líkt var hann óvanliga bersøgin, kundi onkuntíð tykjast eitt sindur fýrakantaður, men hann vildi bara ítróttini í bygdum sínum og í landinum alt tað besta, og tá ið hann hevði peilað av hvør kósin skuldi vera, fyri at røkka hægstu tindum, hakaði hann ongantíð í, men lá áhaldandi við fullari framskrúvu. Annar eygnasteinurin, GÍ, gjørdi hann til heiðuslim, og vit minnast øll hvussu fegin hann varð, tá ið altjóða fótbóltssamtakið, FIFA, í sambandi við 100 ára dagin, handaði honum heiðurin ”Order of merit”. Á gullkrónuni stendur skrivað: ”In recognition of your dedication to football.”
Hin eygnasteinurin var sjálvandi Hallgerð, konan, sum hevur verið Haldgrími ein óvanliga góður og treystur stuðul í øllum tí sum hann fekst við. Hallgerð f. Vágsheyg er úr Klaksvík og tey bæði giftust í 1958. Tey eiga fýra døtur. Mariu (1959) í Syðrugøtu, Kirsten (1962) í Rituvík, Randi (1965) á Argjum og Jónvu (1969) í Guttastovu í Syðrugøtu. Yngsta dóttirin og maður hennara Atli festu fyri nøkrum árum síðani Guttastovufesti, men harfyri var tað at kalla ikki dagur, at Haldgrím, og ofta eisini Hallgerð, sóust í bilinum um tær leiðir har hagin í festinum er. Inn ímóti Buginum við hin lagaliga Skálafjørðin, ið stendur sum ein ævig andsøgn til brimbrotið hinumegin eiðið.
Tá leirvíkingar og gøtufólk fóru undir at tosa um samanlegging í ítróttinum, vóru tað fleiri sum vóru ivasom, ein teirra var Haldgrím. Ov nógv hjartablóð og ein samleikamissur mundi vera meginorsøkin til hansara skepsis. Tá ið demokratiska avgerðin var tikin, var allur ivi tó burtur, tá akslaði hann síni skinn við og stóð í øllum lutum undir liðini á nýggja felagnum, á sama hátt sum hann hevði dugnað og brúkt ein stóran part av sínum lívi til at stremba eftir hægstu tindum við GÍ. Hæddarpunktið í so máta var, tá ið Karlamagnus og Haldgrím í felag avdúkaðu nýggja búmerkið hjá felagnum undir eini stórfingnari samkomu í bygdahúsinum í Leirvík. Báðir báðu megin fjallið høvdu verið ivasamur um tað skilagóða í hesum, við somu argumentatión í hvør sínum felag, og nú stóðu báðar kempurnar á pallinum, sum tveir eldri statsmenn, ið høvdu tikið eina endaliga og rættiliga eksistensiella avgerð í mun til nýggja rákið í tíðini, og høgdu nýggja felagið og tess samleika í stein frammanfyri sínum bygdafólkum og øðrum fjepparum. Eina frægari byrjan kundi Víkingur ikki fáa. Bláa blóðið í LÍF og GÍ hevði nú siglað sambræðingina og framtíðina.
Nú er Haldgrím farin. Gøtubygdir hava mist ein av sínum stóru synum, sum meira enn nakar hevur lynnað undir felagsstev og samleika í bygdunum. Eisini í tí prosjektinum var ítrótturin amboðið. Føroyar hava mist ein av heilt stóru ítróttarprofilunum í nýggjari tíð, og tit sum stóðu honum næst, hava mist ein góðan mann, pápa, verfaðir og abba.
Góði Haldgrím. Vit drýpa høvur í takklæti fyri tey stóru úrslit títt treysta víðskygnið gav okkum og lýsa frið yvir minnið um bóndan í Guttastovu, sum ikki søplaði sínar talentir burtur, ímeðan hann bíðaði eftir boðunum um at koma heim í Harrans ævigu bústaðir.
Víkingur