G! og Futt í býin at kappast

G!-festivalurin verður í 2009 í døgunum 23.-25. juli, og Futt í býin verður 25.. Fyrireikararnir eru ikki glaðir um óhepnu kappingina Tað var ikki ætlanin at tað skuldi enda soleiðis. Futt í býin er konsertin, ið fyrr æt Ólavsøkukonsertin. Í fjør var Futt í býin hildið fyrstu ferð, konsertin er í Tórsgøtu 25. juli, og ætlanin er at framyvir altíð hava hana leygardagin fyri Ólavsøkuna. Komandi ár ber so á at G!-festivalurin liggur hetta sama vikuskifti og nýggi Føroya Festivalurin, sum verður í Kirkjubø vikuskiftið áðrenn tað.

 

- Vit gjørdu ein feil við at leggja G! á tann 25.. Ólavsøkukonsertin plagar at vera 27., og vit vistu ikki av ætlanum teirra tá vit løgdu G!, sigur Jón Tyril. Bæði Føroya Festivalurin og Futt í býin høvdu samskift við G! áðrenn skráin varð løgd, men kortini legði Futt í Býin seg omaná G! hin 25..

 

Bæði Jón Tyril, samskipari av G!-festivalinum og Jóhannus á Rógvu, ið í ár og aftur komandi ár kemur at skipa fyri Futt í býin, harmast um kappingina. Báðir partar kenna seg kroystar av støðuni